Arbeiðsmaður hoyrdi ógvusligt brak

Tað verður í fyrsta lagi í morgin tíðliga, at ein roynd verður gjørd at reisa ta 82 metrar longu og koppaðu flótidokkina í havnini í Hirtshals.

 

Tað verður í fyrsta lagi í morgin tíðliga, at ein roynd verður gjørd at reisa 82 metrar longu og koppaðu flótidokkina hjá Hirtshals Yard í havnini í Hirtshals. Tað segði umboð fyri TV2 Nord, Morten Pedholt, úr Hirtshals seinnapartin.

 

Tryggingarfeløg vilja eisini hava síni egnu fólk at meta, hvussu uppgávan best kann loysast, og tí hava tryggingarfeløg í dag havt serfrøðingar við í Hirtshals at meta um støðuna.

 

Men, sum skilst, verður tað ikki nøkur løtt uppgáva at reisa dokkina aftur. Tí, inni í dokkini er ein 70 metrar langur trolari, sum skuldi málast í dokkini. Skipið sleppur ikki út, fyrr enn dokkin er fingin upp aftur á rættkjøl.

 

Ein arbeiðsmaður var í dokkini tíðliga í morgun og hugdi eftir trolaranum. Men, umleið klokkan 06.15 hoyrdi hann eitt ógvusligt brak, sum gjørdi, at hann skundaði sær út úr aftur dokkini. Stutt eftir legði flotidokkin seg á liðina.

 

Í Danmark verður ikki hildið, at vandin er fyri, at dokkin koppar heilt í sjógvin, tí dokkin stendur nevniliga á einari stálkonstruktión, sum átti at kunna hildið. Men, enn veit eingin, hví dokkin legði seg á liðina.

 

Í kvøld skuldu kavarar niður fyri at tryggja dokkina, áðrenn roynt fer at verða í morgin at hevja hana aftur á rættkjøl. Í fyrstu atløgu er ætlanin flyta sjógvin í barlasttangunum fyri at vita, um tað kann gera nakran mun.

 

Um tað tá ikki eydnast at reisa dokkina aftur á rættkjøl, verður helst neyðugt við stórum kranum. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at trupulleikar eru við flótidokkini. Ein líknandi støða tók seg upp, tá ódnin Freja herjaði í 2015.