Undir heitinum ?Arbeiðsmøguleikar hjá fólki við menningartarni? skipar Verkstaðið Vón í samstarvi við Javna fyri kunnandi fundi mikukvøldið
Endamálið við fundinum er at varpa ljós á møguleikar hjá fólki við menningartarni at sleppa út á arbeiðsmarknaðin og hvat skal til fyri at hetta kann eydnast.
Luttakarar á fundunum verða:
? arbeiðsgevarar, sum hava fólk við menningartarni í arbeiði
? virkir, sum Vón framleiðir vørur til
? landstýriskvinnan
? Javni
Fundurin verður mikukvøldið 25. mars klokkan 19.00 á Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, Argir
Skráin er hendan:
Kl.19.00: Rósa Samuelsen, landstýriskvinna, setur fundin
Maud Wang Hansen, leiðari á Verkstaðnum Vón, bjóðar vælkomin og fortelur um arbeiðsmøguleikar hjá fólki við menningartarni ( Tlf.: 763230)
Umboð frá Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupstovu og Ebba Mortensen, siga frá royndum við ungari kvinnu í vardum starvi
Umboð frá MBM, Oyvind Hentze, sigur frá royndum við fólki í vardum starvi
Kristina Hansen og Frank Andersen fortelja um sítt arbeiði á Fiskirannsóknarstovuni, MBM og á Verkstaðnum Vón
Filmur um framleiðslu á Verkstaðnum Vón
Kl. 20.15: Kaffistøðggur
Viðskiftafólk greiða frá royndum teirra við framleiddari vøru frá Verkstaðnum Vón
Umboðað eru:
? Estra v/ Sonju á Líðarenda
? Landsverk v/ Dánjal Syderbø
? Smyril Line v/ Alex Hentze
? Umhvørvisstovan v/ Antines Iversen
? Strandferðslan v/ Jens Petur Brattalíð
Kl. 20.50: Umboð frá Javna taka saman um