Arbeiðsloysistryggingin tjenti 82 milliónir seinasta ár

TíÐindaskriv

Tað er hugaligt at arbeiða í arbeiðsloysistryggingini. Næstan einki arbeiðsloysi er í landinum og peningastreymurin er næstan bara einvegis inn í kassan. Rakstrarúrslitið fyri 2001 var 82,2 mió. kr. Hetta er ein øking uppá 16,4% í mun til í 2000, tá úrslitið var 70,6 mió. kr. Høvuðsorsøkin til vøksturin er at finna í tí omanfyri nevnda fallinum í arbeiðsloysinum.
Ársroknskapurin fyri 2001 er tíggindi ársroknskapur hjá Arbeiðsloysisskipanini. Ársroknskapirnir hesi árini hava endurspeglað tær sera stóru broytingarnar, sum eru hendar í samfelagnum, har farið er frá svárari samfelagskreppu við høgum arbeiðs-loysi til stóran samfelagsligan framburð við einum arbeiðsloysi millum 2 og 3% av arbeiðsstyrkini.
2001 gjørdist eitt ár afturat við ferð á búskapinum. Samstundis sum arbeiðsstyrkin vaks við millum 3 og 4%, minkaði arbeiðsloysið enn meira, og var tað alt árið ímillum 1/2 og 1% stig lægri enn í 2000.
Inngjøld
Við gildi frá 1. apríl 2001 avgjørdi stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina at lækka ALS-gjaldið úr 1,5% niður í 1,25% (samlaða ALS-gjaldið 2,5%). Hóast lønarútgjaldingarnar hækkaðu í 2001 við út við 14%, hevði lækkingin í inngjaldinum í 2001, umframt lækkingin uppá 1/2 % stig í miðjum 2000, við sær, at inngjøldini til ALS minkaðu úr 150,1 mió. kr. í 2000 niður í 137,1 mió. kr. í 2001, t.v.s. við umleið 8,7%.

Útgjøld
Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli fall við umleið 24,8% úr 80,1 mió. krónur í 2000 til 60,2 mió. krónur. Størsta prosentvísa fallið er í fiskavirkisskipanini, har útgjaldið fall við 50,5% í mun til árið fyri.
Miðaltalið av móttakarum av arbeiðsloysisstuðli í 2001 var 921. Hesi býttu seg í 573, ið fingu stuðul eftir vanligu skipanini, og 348, ið fingu stuðul eftir fiskavirkisskipanini. Í 2000 var samlaða miðaltalið 1.417, t.v.s. ein minking í 2001 uppá 35% í mun til í 2000.
Ársúrslit og eginogn
Samlaðu fyrisitingarútreiðslurnar (lønir og kostnaður) fullu í 2001 við 1,4 mió. kr., ella 12% í mun til 2000.
Úrslitið av fíggjarpostum í 2001 var 16,7 mió. kr. Ár 2001 varð annað árið, tá ið úrslitið av fíggjarpostum gjørdist størri enn tær samlaðu fyrisitingarútreiðslurnar. Hetta hevur við sær, at tað tekniska úrslitið, t.v.s. munurin millum samlaðu inngjøldini av ALS-gjaldi og samlaðu útgjøldini til arbeiðsleys, beinleiðis fer til konsolidering av skipanini. Miðal avkastið av virðisbrøvunum í 2001 var 5,67%.
Eginognin við ársenda 2001 er 374,8 mió. kr. í mun til 262,6 mió. kr. við ársenda 2000. Hesin vøksturin í eginognini uppá 112,2 mió. kr. er orsakað av at rakstrarúrslitið uppá tær 82,2 mió. kr. og eina afturføring av teimum 30 mió. kr., sum upprunaliga vórðu avsettar í 1996 í sambandi við ógreiðu um tulking av ásetingunum í fyrrverandi ALS-lógini. Tulkingin, sum ALS hevði, varð staðfest í Føroya Rætti í ávísum máli, har ALS hevði stevnt einum viðskiftafólki fyri rættin, tí leiðslan á ALS ikki var samd við Kærunevndini í tulkingini um, at viðkomandi skuldi hava størri arbeiðsloysisstuðul útgoldnan.
1997 var fysta árið síðan 1992, at eginognin aftur var positiv. Síðan 1997 hevur stýrið støðugt sett ALS-gjaldið niður (úr 2,75% niður í 1,25%). Sum áður umrøtt, verður mett sera umráðandi, at Arbeiðsloysisskipanin stimbrar um eginognina í góðum tíðum, soleiðis at peningur er at standa ímóti við, um arbeiðsloysið aftur veksur. Sum dømi um, hvussu álvarsom støðan kann gerast, kann verða víst til 1993, tá ið útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli var 285 mió. kr., og úrslitið av vanligum rakstri var uppá -122 mió. kr.
Nú eginognin er út við 400 mió. kr., fer ALS at viðgera, hvørjar broytingar eiga at verða gjørdar í skipanini, nú eginognin nærkast tí stødd, sum áður er sett sum mál.

Barsilsskipanin
1. juni 2001 kom í gildi nýggj barsilsskipan fyri tann samlaða føroyska arbeiðsmarknaðin. Síðan skipanin byrjaði í juni 2001, hevur Arbeiðsloysisskipanin, eftir áheitan frá Vinnumálastýrinum, staðið fyri útgjaldinum av barsilspeningi. Toll- & Skattstova Føroya stendur fyri inngjaldspartinum.

Útlitini fyri 2002
Hóast tað kanska verður ein framhaldandi vøkstur í tí føroyska búskapinum í 2002, verður hesin tó væntandi ikki eins stórur, og vit hava sæð tey seinastu árini. Henda meting verður m.a. grundað á fallið í fiskaprísunum og trupulleikarnar innan rækju- og alivinnuna. Byggivinnan og aðrar vinnur boða tó frá støðugt nógvum arbeiði í 2002. Á ALS síggja vit somuleiðis eitt framhaldandi fall í arbeiðsloysinum, nú í byrjanini av árinum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta saman við lønarhækkingunum á arbeiðsmarknaðinum, førir óivað við sær, at inntøkurnar hjá ALS verða nakað hægri í 2002 sammett við 2001.
Støðuga fallið í arbeiðsloysinum fer væntandi at hava við sær, at útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli verður nakað lægri í 2002 enn í fjør. Tó kunnu trupulleikar í fiskivinnuni á sjónum og á landi koma at bera við sær økt útgjald innan bæði fiskavirksisskipanina og vanligan arbeiðsloysisstuðul.
Við tí vaksandi gjaldsfør-inum er úrslitið av fíggjarpostum alsamt vaksið seinastu árini. Útlitini fyri avkasti av virðisbrøvum í 2002 eru rímulig, og hetta, samanhildið við alsamt øktu lánsbrævaognina, hevur við sær, at úrslitið av fíggjarpostum í 2002 væntandi verður nakað hægri enn í 2001.
Sí annars hjálagda ársroknskap fyri 2001 við samanberingartølum fyri 2000. Somuleiðis eru hjáløgd hagtøl, ið lýsa gongdina í arbeiðsloysinum seinastu árini.