Arbeiðsloysið veksur enn

Arbeiðsloysið á Føroyska Arbeiðsmarknaðinum var 4,4 prosent í oktober. Hetta er ein vøkstur uppá 0,3 prosentstig síðan september. Tað boðar Hagstova Føroya frá. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið í september var 4,7 prosent.

714 mannfólk og 532 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í oktober.

Sørsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum. Har er arbeiðsloysið líka undir 8 prosent.

Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum í oktober, undantikið í Eystuoya og Vága Sýslu, har arbeiðsloysi stóð í stað.

Størsti vøksturin var í Sandoy og Suðuroy. Har øktist talið av arbeiðsleysum við ávíkavíst heilum 20 og 19 prosentum frá september til oktober.

Minsta arbeiðsloysið í oktober var í Eysturoy.

Uppgerðin vísir eisini, at arbeiðsloysið er størst millum tey, ið eru 54 ár og eldri, og næststørst millum tey 25?34 ára gomlu, fylgd av teimum, sum eru 16 ? 24 ár.

Arbeiðsloysið vaks í øllum aldursbólkunum.