Arbeiðsloysið í USA minkar

Í juli komu 117.000 nýggj arbeiðspláss í USA, og um mánaðarskiftið varð arbeiðsloysið gjørt upp til 9,1 prosent. Búskaparfrøðingar høvdu ikki væntað, at so nógv arbeiðspláss fóru at koma afturat í juli.

Tíðindini um, at arbeiðsloysið í USA er minkað tann seinasta mánaðin, hava havt stóra ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar í Evropa. Í London er FTSE-vísitalið ikki lækkað meiri enn 0,74 prosent, í Frankfurt er DAX lækkað 0,43 prosent, og í París er CAC-vísitalið hækkað 1,36 prosent, skrivar Reuters.