Árstíðarjavnaða talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.293 í februar, ið er 14 fleiri enn tað var í januar mánað. Arbeiðsloysisprosentið var tó óbroytt.
Hagstovan skrivar, at arbeiðsloysi fyri einum ári síðani vóru 1.679 arbeiðsleys, svarandi til 6,2% sostætt er arbeiðsloysið minka við 1,4 prosenti seinasta árið.
Hagstovan skrivar eisini, at fólkatalið minkaði við 83 fólkum í fjør.
Fólkatalið 1. januar 2013 var 48.204, ið er 83 fólk færri enn 1. januar 2012.
Í 2012 vórðu 616 børn fødd og 406 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 210.
1.591 fólk fluttu av landinum, og 1.298 fluttu til Føroya. Hetta gav eina nettoflyting av landinum upp á 293 fólk.
Sambært hagstovuni, so var 2012 fjórða árið á rað, har fólkatalið í Føroyum minkaði. Seinastu fýra árini er fólkatalið minkað við 436 fólkum. Í 2009 minkaði fólkatalið við 119 fólkum, í 2010 við 35 fólkum, í 2011 við 199 fólkum og í 2012 við 83 fólkum. Minkingin seinastu fýra árini er tó lítið at tosa um, samanborið við kreppuárini í hálvfemsunum. Tey seks kreppuárini 1990 1995, minkaði fólkatalið samanlagt við 4.442 fólkum. Bert í 1995 minkaði fólkatalið við 1.619 fólkum.
Eingi tekin eru í løtuni um, at gongdin fer at venda, og vit fáa fólkavøkstur aftur. Hinvegin er heldur eingin ábending um, at landið verður avfólkað í bræði. Tað er tó mest líkt til, at vit eisini fækka næstu árini soleiðis sum arbeiðsloysið sær út í løtuni og sum fólkasamansetingin sær út til at hátta sær í framtiðini, skrivar Hagstovan.