Arbeiðsloysið í Norðoyggjum er væl oman fyri meðal arbeiðsloysið í landinum sum heild. Uppgerðin yvir arbeiðsloysið í august 2009 vísir at arbeiðsloysið í Norðoyggjum er 7,5 prosent og harvið væl størri enn miðal fyri landið ið var 4,0 prosent í august.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Arbeiðsloysið í Eysturoy var 3,4 prosent, í Streymoyar Sýslu 3,5 prosent, í Vága Sýslu 3,8 prosent. Í Sandoyar Sýslu 2,4 prosent og í Suðuroy 4,3 prosent.
Fyri landið sum heild var arbeiðsloysið størst millum mannfólk. Í Norðoya og í Vága Sýslu var arbeiðsloysið tó størri millum konufólk.