Arbeiðsloysið í Spania veksur framvegis og nærkast nú tí, at ein fjórðingur av teimum arbeiðsføru spaniumonnunum ella knappar seks milliónir fólk ganga og mala fyri einki.
Hjá teimum ungu er støðan uppaftur verri, tí har er arbeiðsloysið nú farið upp um 50 prosent.
Tøl hjá hagstovuni í Madrid vísa, at arbeiðsloysið vaks úr 24,0 prosentum í 24,4 prosent í apríl ársfjórðingi. Millum tey ungu millum 16 og 24 ár vaks arbeiðsloysið úr 52,0 prosentum í næstan 53,3 prosent.
Spanska stjórnin hevut sagt, at hon væntar ongan bata í arbeiðsloysinum í hesum árinum, og at arbeiðsloysið verður 24,6 prosent, tá árið endar.
Men arbeiðsloysið er sera ymiskt í teimum ymsu landspørtunum. Í Catalonia er tað heili 34 prosent, men í Baskaralandinum er tað bara 14,6 prosent.










