Hóast smá sveiggj í mánaðarligu arbeiðsloysistølunum er gongdin enn tann sama nú sætta mánað, sigur Hagstovan Arbeiðsloysið minkar framvegis. Tað sæst best í árstíðarjavnaðu tølunum, ið leggja upp fyri afturvendandi broytingum sum standast av árstíðini. Sambært hesum tølunum var arbeiðsloysið í februar 2008 uppaftur einaferð søguliga lágt í Føroyum, bæði hjá mannfólki og konufólki, sigur Hagstovan.
Tað sum í august 2007 og um árskiftið 2007/2008 líktist ábendingum um, at gongdin fór at venda, vísti seg tá avtornaði bert at vera smærri løtusveiggj.
Á heysti 2002 var tað ártíðarjavnaða arbeiðsloysið komið niður móti 2%, tá tað aftur tók at vaksa. Á heysti 2005 fór síðani aftur at minka, og um árskiftið 2006/2007 fór arbeiðsloysið niður um metið frá 2002, og hevur síðani tá verið minkandi stórt sæð alla tíðina, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.