Arbeiðsloysið minkar

Tey seinastu hagtølini í Noregi vísa, at har er arbeiðsloysið minkað eitt vet tann seinasta mánaðin.

Seinasta mánaðarskiftið vóru 91.100 norðmenn arbeiðsleysir. Tað er eitt lítið vet minni enn ein mánað frammanundan og svarar til, at 3,8 prosent av arbeiðsmegini hava einki at gera. Hagstovan í Oslo sigur, at tann seinasta mánaðin er arbeiðsloysið minkað í ídnaðinum og byggivinnuni. Harafturímóti er arbeiðsloysið vaksið eitt vet á røktar- og umsorganarøkinum.

Arbeiðsloysið í Noregi rakar serliga tey, sum eru ímillum 20 og 24 ár. Í tí aldursbólkinum eru 7,1 prosent arbeiðsleys. Tað minsta arbeiðsloysið er ímillum tey, sum eru ímillum 50 og 59, tí har eru tað bara 2,3 prosent, sum einki arbeiði hava.