Arbeiðsloysið minkað 0,4 prosentstig farna árið

Í fleiri økjum í landinum er arbeiðsloysið nú undir 1 prosent

Enn einaferð kann Hagstova Føroyar staðfesta, at arbeiðsloysið í Føroyum er nærum einki. Seinasta hagtølini hjá stovninum vísa, at 1,1 prosent av føroyingum eru arbeiðsleysir, ið er 0,4 prosentstig minni enn í august í fjør, tá tað var 1,5 prosent.

##med2##

Serliga áhugavert er, at arbeiðsloysið í fleiri økjum er minni enn eitt prosent. Tað er støðan í Norðoyggjum, 0,6 prosent, Eysturoynni, 0,8 prosent, og Norðstreymi, 0,6 prosent.

Í prosentum er størsta arbeiðsloysið í Suðuroynni, har 2,8 prosent av íbúgvunum eru arbeiðsleys. Tað er kortini ein munandi frá 1. august í fjør, tá arbeiðsloysið var 4,1 prosent.

##med3##

Hóast arbeiðsloysið er minkandi í flest øllum økjum í landinum eru tað tvey økir, har tað vaks farna árið. Í Sandoynni fór arbeiðsloysið úr 1,3 prosentum til 1,4 prosent, meðan tað í Vágoynni úr 0,7 prosent til 1 prosent.