Arbeiðsloysið lítið broytt

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var í november 2005 gjørt upp til 1.027 fólk. Hetta eru á leið tað sama sum fyri einum ári síðani og 28 fleiri enn mánaðin fyri.

Arbeiðsloysið minkaði frá februar til juni, men hevur síðani tá verið rættiliga støðugt við umleið 1.000 fulltíðararbeiðsleysum, seinastu 4 mánaðirnar tó við einum lítlum vøkstri.
Arbeiðsloysið hevur alt tað seinasta árið, uttan í januar og februar verið minni enn 4% av arbeiðsfjøldini, og hetta er lágt samanborið við okkara grannalond.