Hagtøl hjá italsku hagstovuni vísa, at um mánaðarskiftið apríl-mai var arbeiðsloysið í Italia 10,2 prosent. Samstundis hevur hagstovan endurskoðað arbeiðsloysistalið fyri mars og hækkað tað úr 9,8 í 10,1 prosent.
Arbeiðsloysið er eisini metstórt í hinum evrulondunum, og nýggj tøl, sum ES hevur kunngjørt í dag, siga, at í meðal er arbeiðsloysið í evrulondunum nú 11 prosent.
Tað bøtir ikki um vánirnar, at bæði USA og Kina hava kunngjørt vánalig framleiðslutøl fyri mai mánað. Tað elvdi alt fyri eitt til fall á teimum asiatisku virðisbrævamarknaðunum í morgun, og í meðal fullu kursirnir millum 0,5 og 1,2 prosent.
Tað var eisini eitt vónbrot, tá USA í dag kunngjørdi, at 69.000 nýggj arbeiðspláss komu afturat í mai. Greinarar høvdu væntað, at talið fór at verða umleið 150.000. Harafturat er arbeiðsloysið hækkað úr 8,1 í 8,2 prosent.
Samstundis eru fleiri íleggjarar farnir at ivast í, um Grikkaland, Spania og Italia eru før fyri at sleppa burtur úr skuldarbindingunum.










