Arbeiðsloysið í Grikkalandi 25 prosent

Hagtøl, sum myndugleikarnir í Grikkalandi almannakunngjørdu í dag, vísa, at í juli var arbeiðsloysið har 25,1 prosent. Í juli í fjør var tað 17,8 prosent.

Sostatt vóru 1,2 millión grikkar arbeiðsleysir í juli, og tað var 372.000 fleiri enn eitt ár frammanundan. Myndugleikarnir vísa á, at um summarið fáa nógv fólk arbeiði í ferðavinnuni, og tí fer talið á arbeiðsleysum at veksa nú út á heystið og veturin.

Tey seinastu seks árini er búskapurin í Grikkalandi tódnaður. Í ár er minkingin ætlandi 3,8 prosent, skrivar AFP úr Athen.