Arbeiðsloysið er størst í Suðuroy

Arbeiðsloysið í Føroyum rakar tey ymisku økini rættiliga ójavnt, og tað rakar eisini kynini ójavnt

Arbeiðsloysið er minst í Eysturoy og í Norðoyggjum, og tað er størst í Suðuroy.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysið.

 

Í desember í fjør var arbeiðsloysið 2,5 prosent, og tað var tað lægsta í fjør. Men tað er eisini greitt at, at tað er stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum

 

Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum og í Eysturoy, har tað er 1,6 prosent og í Vágum er tað 1,7 prosent, sum er væl undir miðal. Í Norðstreymoy er tað 2,4 prosent

 

Hinvegin er størsta arbeiðsloysið í Suðuroy, har tað er 3,3 prosent, men í Sandoy og í Suðurstreymi er tað trý prosent.

 

Tað er eisini stórur munur á, hvussu stórur munur er á arbeiðsloysunum hjá teimum báðum kynunum.

 

Størsti kynsmunurin í arbeiðsloysinum er í Eysturoy, í Norðstreymi og Sandoynni, har arbeiðsloysið hjá kvinnum er tvær ferðir so stórt sum tað er hjá monnum.

 

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy, har tað bara er 1,1 prosent og tann størsti bólkurin, sum er arbeiðsleysur, eru mannfólk á Sandi, har 4,1 prosent eru arbeiðsleys.