Í september mánaði í ár var fulltíðararbeiðisloysið niðri á 1,5 prosentum. Tað vil siga, at arbeiðisloysið er lækkað eitt heilt prosent samanborið við somu tíð í fjør, tá arbeiðisloysið var á 2,5 prosentum. Eisini er munurin á arbeiðisloysi millum kynini minkaður munandi. 1,3 prosent hjá monnum og hjá kvinnum er tað á 1,7 prosentum.
Eftir seinastu fíggjarkreppuna minkaði arbeiðisloysið hjá monnum skjótari enn hjá kvinnum, sum tískil vísti størri mun á arbeiðisloysi millum kynini. Tey seinastu árini er hesin munurin minkaður munandi, og er arbeiðisloysið millum kvinnu og mann næstan javnsett.
Seinast arbeiðisloysið var so lágt, var beint áðrenn fíggjarkreppuna sum var í 2008, tá vóru umleið 357 fólk arbeiðisleys, í dag eru umleið 414 fólk arbeiðisleys í Føroyum.
Síggj meira her.