Arbeiðsloysi í Danmark metlágt

Alsamt fleiri danir fáa arbeiði og nú eru »bert« 148.000 danir, sum einki arbeiði hava. Hetta svarar til 5,3 prosent av arbeiðsmegini og tað er lægsta tal í 26 ár

Arbeiðsloysi í Danmark fellur og fellur. Í nógv ár var arbeiðsloysi sera høgt, men fyri nøkrum árum síðani vendi gongdin, og sum støðan er í løtuni, hevur arbeiðsloysi ikki verið lægri í 26 ár. Tað skrivar danska blaðið Jyllandsposturin.

Tað skal kortini leggjast afturat, at illa ber til at sammeta dagsins tøl við gomul, tí ein stórur partur av teimum, sum eru farin úr arbeiðsloysisskránni nú fáa eftirløn, eru farin í farloyvi, eru »aktiveraði« ella eru sett í gongd á annan hátt.


Hóttandi lønartrýst

Kortini hevur lága arbeiðsloysi fingið búskaparfrøðingarnar at óttast eitt sindur.

Orsøkin er, at um ikki so langa tíð verður farið undir desentralu lønarsamráðingarnar og tá er vandi fyri lønartrýsti.

? Av tí at arbeiðsloysi er so lágt, so er størri vandi fyri einum øktum lønartrýsti. Tí hevði tað komið væl við, um vit nú komu inn í eitt tíðarskeið, har arbeiðsloysi helt uppat at fella. Høvuðsorsøkin til tað er, at tað á týska arbeiðsmarknaðinum eru gjørdir sáttmálar sum hava við sær lítlar lønarhækkingar og tí hevur tað sera stóran týdning fyri danska kappingarføri, at danska arbeiðsmegin ikki setur ov stór krøv. Annars er vandi fyri, at vit missa uppaftur meir av okkara marknaðarparti, sigur búskaparfrøðingurin Klaus Kaiser, frá Jyske Bank, við Jyllandspostin.


Full ferð á

Skrivstovustjórin í BG Bank, Flemming Nielsen, sigur, at framhaldandi fallið í danska arbeiðsloysinum vísir, at ferðin á danska búskapinum als ikki er fallin so nógv, sum fryktandi var fyri. Danir bóru ótta fyri, at útflutningurin fór at fella, men nýggjastu tølini vísa, at hann als ikki er fallin so nógv, sum fryktandi var fyri.

? Útflutningurin er tað, sum aftur setur ferð á búskapin og tað ger okkum eitt sindur bilsin, tí tað er ikki so langt síðani, at eitt ávíst maktaloysi var at síggja í vinnuni.

Tað at 1000 fólk færri gjørdust arbeiðsleys í februar merkir, at arbeiðsloysi í Danmark er 148 túsund fólk. Hetta svarar til 5,3 prosent av arbeiðsmegini og tað er eitt prosent lægri enn fyri einum ári síðani, tá arbeiðsloysi var 6,3 prosent. Í 1993 var arbeiðsloysi 12 prosent.


Eftirlønin dregur

Jyllandsposturin skrivar, at tað serliga er millum tey ungu, at arbeiðsloysi fellur. Her er arbeiðsloysi bert 3,4 prosent, og tá arbeiðsloysi er so lágt, verður tað í Danmark mett, at øll hava arbeiði.

Tølini, sum eru frá Danmarks Statistik vísa annars, at tað serliga er eftirlønin, sum dregur fólk av arbeiðsmarknaðinum. Í februar fóru 500 danir av arbeiðsmarknaðinum við eftirløn og samlaða talið av dønum, sum nú fær eftirløn er nú knappliga 155 túsund.

Hetta er hægsta tal, sum nakrantíð hevur fingið eftirløn í Danmark og teð er einki, sum bendir á, at talið fer at fella komandi mánaðirnar. Fyri nøkrum mánaðum síðani broytti stjórnin annars treytirnar fyri eftirlønini, men sum støðan er í løtuni ber ikki til at siga, at broytingarnar hava havt nakra ávirkan yvirhøvur.