Arbeiðsleysir grønlendingar

Umleið helmingurin av teimum grønlendingum, sum búgva í Danmark, eru arbeiðsleysir.

Umleið helmingurin av teimum grønlendingum, sum búgva í Danmark, eru arbeiðsleysir. Tað vísa nýggj tøl, sum arbeiðsmálaráðið júst hevur kunngjørt.

 

Tað er Nationala Granskingar-og Greiningarmiðstøðin fyri Vælferð (VIVE), sum hevur kannað, hvørji tilknýti grønlendingar í Danmark hava til arbeiðsmarknaðin.

 

Talan er í hesum føri um grønlendingar í aldrinum, 18 til 60 ár, sum búgva í Danmark. Í øllum aldursbólkum er talan um alarmerandi tøl, sum grønlendska blaðið - www.sermitsiaq.ag - tekur til. 

 

Millum fólk í aldrinum, 25-50 ár, hava bert 33 prosent tilknýti til danska arbeiðsmarkanðin. Tilsvarandi tøl fyri danir í sama aldri er 75 prosent.

 

Í hesum aldursbólki (25-50 ár) eru 44 prosent av grønlendingunum í Danmark arbeiðsleysir, men í sama aldursbólki fyri danir eru bert 14 prosent arbeiðsleys.

 

Afturvendandi er tó, at grønlendsku kvinnurnar standa seg betur á danska arbeiðsmarknaðinum enn grønlendsku menninir. 

 

Tá hugt verður eftir útbúgvingum í mun til arbeiðsmarknaðin, vísa tølini, at grønlendingar við útbúgvingum standa sterkari, jú longri útbúgvingin er. 

 

Tó er afturvendandi í kanningini, at grønlendingar sum heild eru verri fyri á danska arbeiðsmarknaðinum, enn danir eru, og tað metir www.sermitsiaq.ag at vera alarmerandi.

 

- Einasta undantakið eru grønlendingar við longum útbúgvingum. Her hava út við 90 prosent arbeiði, og hetta er væl meira enn sigast kann um danir, har talið bert er 78 prosent.