Arbeiðsloysisstuðul
Tey, sum eru arbeiðsleys, eiga at fáa meiriutgoldið úr Arbeiðsloysisskipanini.
Tað heldur javnaðarflokkurin.
Kristian Magnussen løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin, hevur tískil lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækkað útgjaldið úr ALS úr 70% av eini arbeiðaraløn, sum tað er nú, upp í 80%. Hækkingin skal koma í gildi á nýggjárinum.
Kristian Magnussen sigur, at tá ið ALS fór at virka í 1992, var tað ein stórur fíggjarligur bati fyri nógvar løntakarar, ið frammanundan bara høvdu forsorgarlógina at dúva uppá, gjørdust tey arbeiðsleys.
? Kreppan var longu tá farin at gera um seg, og fleiri og fleiri gjørdust arbeiðsleys.
? Skjótt gjørdist greitt, at ALS-skipanin ikki megnaði at halda sínar skyldur mótvegis teimum, ið áttu at fáa arbeiðsloysisstuðul, og tí vórðu nógv tiltøk sett í verk fyri at tryggja teimum útgjald. Hann sigur, at ein avleiðing av tí var, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum máttu rinda munandi meir til ALS, enn upprunaliga ætlað, og landskassin læt milliónaupphædd í skipanina, umframt at ALS slapp at læna frá Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum.
Soleiðis bjargaði ALS sær sum frægast ígjøgnum tey fyrstu árini, og skipanin gjørdi sítt til, at vanlukkuliga støðan, ið tá var í samfelagnum, ikki gjørdist uppaftur verri fyri mong, ið vóru arbeiðsleys.
? Seinastu árini er støðan í samfelagnum batnað munandi og arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi
? Stýrið í ALS hevur boðað frá at gjaldið til ALS skal minka 1. januar og tá skulu arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar rinda 0,5% av lønunum inn í skipanina.
Kristian Magnussen sigur, at frá 1992 til 1996, vóru útgjaldingarnar hjá ALS størri enn inntøkurnar. Men frá 1996 til dagin í dag, hava inntøkurnar verið væl størri enn útreiðslurnar og væntandi hevur ALS lagt einar 470 til 480 milliónir til síðis á nýggjárinum í ár.
Verða tvífalt revsað
Løgtingsmaðurin sigur, at hóast tíðirnar hava verið góðar seinastu árini , er útgjaldið ikki hækkað yvirhøvur og er enn tað sama, sum tá ið skipanin fór at virka í 1992.
? Tað skuldi ikki verið neyðugt át víst á, hvussu nógv skal til í dag fyri at svara hvørjum sítt, og at fólk, ið missa arbeiði, verða revsað tvífalt: Fyrst verða tey revsað einaferð við tað, at tey missa arbeiði og inntøkuna, men afturat tí fáa tey 70 % av eini vanligari arbeiðaraløn í arbeiðsloysisstuðli.
? Arbeiðsloysisstuðulin er eisini avmarkaður við tað, at útgjaldið í mesta lagi er 70 % av eini vanligari arbeiðaraløn .
Men hóast løntakarar arbeiða yvir, ella hava fingið meiri løn enn sáttmálin sigur, fáa tey onki frá ALS fyri tað og tí er veruligi inntøkumissurin hjá nógvum, ið gerast arbeiðsleys, nógv størri enn tann upphædd, ið arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður av.
? Javnaðarflokkurin heldur ikki, at tað er sømiligt, at munur verður gjørdur á fólki, ið eru forðað at vera á arbeiðsmarknaðinum, og at tíðin nú er komin til at bøta um fíggjarligu korini hjá arbeiðsleysum.
?Hámarkið fyri sjúkradagpening er 80% av eini arbeiðaraløn, og tey, ið eru forðað at arbeiða av sjúku ella barnsburði, kunnu fáa 80 % av eini arbeiðaraløn í forsorgarveiting.
? Tí skjóta vit upp, at ALS-útgaldið eisini verður hækkað.
Kostar 8,6 milliónir
Kristian Magnussne sigur, at verður útgjaldið frá ALS hækkað til í mesta lagi 80 % av eini vanligari arbeiðaraløn, fer útgjaldið úr ALS at hækka 14,3% tilsamans.
Í 2001 vóru 60 mió útgoldnar arbeiðsleysum, og væntandi verður upphæddin áleið tann sama í ár.
?Verður útgjaldið hækkað upp í 80%, økir hetta sostatt um útreiðslurnar hjá ALS uml. 8,6 mió í 2003, verður talið á arbeiðsleysum annars óbroytt.
Harumframt verða útreiðslurnar til forsorgarhjálp øktar í mesta lagi 1,7 mió í 2003.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 metir landsstýrið, at útreiðslurnar til forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi verða 12 millión ir.
Sí eisini greinina ?Vilja vita hvat tey gera?.