Arbeiðsgleðin hvørvur við vánaligum leiðslum

Vinnulívið í Evropa iður í “gíslatøkum”, har vánaligir leiðarar stjala arbeiðsgleðina frá starvsfólkum, samstundis sum fyritøkurnar missa milliardir.

 

Hvat hava flogrænarar í miðeystri og gíslatakarar úr Suðuramerika til felags við virkisleiðslur og virkisbúskap?

Nógv meira enn ein skuldi trúð, heldur navnframi leiðsluserðfrøðingin, George Kohlrieser, ið er professsari við heimskenda leiðslustovnin IMD í Schweiz.

 

 

Starvsfólk sum gíslar

 

Kohlrieser hevur eina fortíð sum løgreglusálarfrøðingur og samráðingarmaður í samband við gíslatøkur. Sambært Kohlrieser líður ein hópur av starvsfólkum og fyritøkum undir leiðarum, sum í verðuleikanum halda síni starvsfólk sum gíslar, gjøgnum ein harðan og ágangandi leiðsluhátt.

 

Teir vánaligastu leiðararnir hava ikki skugga av kenslum. Teir kunnu snøgt sagt ikki brúkast sum leiðarar og teir fáa starvsfólkini at kenna seg illa, uttan at tað rínur við teir, sigur Kohlrieser.

 

 

Evni at samskifta eru avgerandi

 

Sum leiðari er tað ein fortreyt, at tú evnar at knýta bond við onnur fólk, eisini fólk, ið tær ikki dámar. Evnini hjá samráðingarfólki at fáa samband við ein uppøstan gíslarænara eru avgerðandi, um ein gíslatøka endar í øllum góðum, ella blóðug. Sambært George Kohlrieser enda næstan allar gíslatøkur í øllum góðum, meðan tær í vinnuligum høpi eru meira ivasamar.

 

 

Spurningar – leiðin til samband

 

Besti háttur at loysa eina ósemju millum starvsfólk á einum arbeiðsplássi er við at partarnir leggja trupulleikan opnan fram og tosa um hann. Um mótparturin er ein elendigur leiðari ella starvsfelagi, ið hevur tikið fyritøkuna ella deildina sum gísla vegna vánaliga leiðslu, tá eru spurningar tann mest virkni hátturin at fáa eina samráðing í lag, uttan at ósemjan verður størri.

 

Tað besta amboðið tú hevur í eini gíslatøku, er at seta spurningar, tí teir geva høvi at fáa samband við gíslatakaran, sigur Kohlrieser, sum hevur skrivað bókina “Hostage at the table” – um gíslatøkur í arbeiðslívinum.

 

Tað hoyrir eisini við til myndina hjá Kohlrieser, at leiðarar ofta taka seg sjálvar til gíslar, orsaka av sínum neiliga atferðarhátti og skeivu tankagongd. Sostatt kunnu royndirnar hjá Kohlrieser eisini nýtast sum handlingsætlan hjá fólkum, ið eru koyrd føst í arbeiðslívinum.

 

 

 

 

 

Vánaligar leiðslur í Evropa kosta milliardir

 

Tað sum Kohlrieser vil leggja dent á er, at trot á grundleggjandi sosialum førleikum hjá leiðslum at knýta bond við onnur fólk, hvørt ár kostar raktum fyritøkum milliardir av krónum, orsaka av at leiðslurnar súgva eldhugan og arbeiðsgleðina út úr sínum starvsfólkum.

 

Bert 21% av øllum starvsfólkum í størri samtøkum í Evropa hava fult álit á sínum leiðarum. Tað er í sjálvum sær ein vanlukka. Tvørrandi álit kann føra til, at starvsfólkini missa álitið á sær sjálvum og fara at nýta alla síni orku til nakað so ómøguligt sum at fyribyrgja, at tey gera nakran feil.