Á heimasíðuni hjá FAG verður sagt frá, at fakfeløgini hava kravt ein lønarvøkstur, sum er hægri enn 60 %.
Hetta eru ósanndini av grovasta slag, og talan er helst um enn eina roynd hjá arbeiðsgevarunum at royna at fjala tann veruleika, at teir við harðrendu støðu sínari eru við at føra egnu limir sínar í óføri.
Umboðini fyri FAG søgdu undir sjálvum sáttmálasamráðingunum, at ein stórur partur av útrokning-um teirra av lønarkrøvun-um hjá arbeiðarafeløgunum vóru gitingar, og tí er tað átaluvert, at FAG kortini brúkar hesar skeivu útrokningar í ágangi sínum á fakfeløgini.
Hetta vísir kortini helst hvussu kroystir arbeiðsgevararnir eru, nú teir ikki fingið Løgtingið at leggja uppí trætu okkara.