?Á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur leikað hart á. ? Og ymiskt er, sum kundi bent á, at samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum byrja nú, eisini verða truplar.
Soleiðis metti Vilhelm Johannesen um støðuna fyri starvsfeløgum úr øllum landinum á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið hevði aðalfund mánadagin og har varð øll nevndin afturvald.
Tvs, at Vilhelm, M. Johannesen er framvegis formaður og Kristoffur Laksá er famvegis næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Leivur D. Michelsen, Bergur Poulsen, Jóhan Páll Joensen Magni Arge og Gudmund Mortensen.
Ikki ráð til lønarhækking
Av mongum evnum, sum vórðu umrødd á aðalfundinum vóru sjálvandi eisini sáttmálasamráðingarnar við tey stóru fakfeløgini, arbeiðarafeløgini, sum byrjaðu av álvara í gjár.
Og á aðalfundinum staðfesti Vilhelm Johannesen, at hann helt ikki, at vinnan hevði ráð til at hækka lønirnar.
Hann vísti á, at summi fakfeløg, m.a. Føroya Arbeiðarafelag, hava boðað frá stórum lønarkrøvum.
Men støðuna hjá arbeiðsgevarunum til tað, gjørdi hann greiða við heilt fáum orðum:
? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at rúm er fyri lønarhækkingum. Hann segði, at gongdin upp ígjøgnum nítiárini, við lágum kostnaðarhækkingum, hevur gjørt, at vit í dag eru kappingarfør við grannalondini, eitt nú innan fiskavirking.
? Hendan støðan er avgerandi fyri framtíð okkara og tí ætlar Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki, at hesin fyrimunurin skal fara fyri bakka, segði Vilhelm M. Johannesen á aðalfundinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Støðið er lagt
Vilhelm Johannesen sigur, at nú samráðingarnar verða við arbeiðarafeløgini, fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at taka støðið í teimum sáttmálum sum eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum ganga til 2000, 2001 og 2002.
Talan er um sáttmálarnar við Maskinmeistarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Prentarafelagið.
? Í hesum sáttmálunum er talan um ein árligan lønarvøkstur uppá 1,5%, men av tí fer tað mesta til eftirlønir.
? Við hesum sáttmálunum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag roynt at leggja eina linju.
? Og við komandi samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum fara vit tí at taka støði í teimum sáttmálunum, segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Sostatt váttar hann einaferð enn, at tað er ógvuliga langt ímillum lønarkrøvini hjá arbeiðarafeløgunum og tað, 0-1,5% loysinina, sum arbeiðsgevararnir eru sinnaðir at tosað um.
Arbeiðarafeløgini hava ikki enn kunngjørt síni lønarkrøv.
Men Ingeborg Vinther hevur sagt í Sosialinum, at eitt lønarkrav upp á minni enn 10%. kann als ikki koma uppá tal.
Hon hevur eisini víst á, at á aðalfundinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag herfyri, var funnist at henni fyri ikki at seta kravið hægri enn so.
Og tað fekk formannin í Føroya Arbeiðsgevarafelag til at boða aðalfundinum frá, at hann væntaði harðar samráðingar við arbeiðarafeløgini.
Vilhelm Johannesen heldur ikki, at sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum kunnu brúkast sum fyrimynd fyri samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum, tí teir eru ov dýrir eftir arbeiðsgevaranna tykki, ikki minst tann við Føroya Tele.
?Útreiðsluhækkingarnar í teimum almennu sáttmálunum, sum eru gjørdir, liggja sera høgt afturímóti sáttmálunum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt, hóast týdningurin av tí hjá Føroya Tele hevur verið yvirmettur.
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti formaðurin m.a. til fíggjarligu støðuna hjá vinnuni.
Hann segði, at tann positiva gongdin seinastu árini helt fram í fjør.
?Lønarútgjaldingarnar veksa, handilsjavnaavlopið hevur verið veksandi tí at útflutningurin veksur skjótari enn innflutningurin.
? Tó má væntast, at innflutningurin til íløgur fer at veksa, so hvørt sum íløguhugurin veksur aftur.
? Tey flestu teknini benda á varandi vøkstur í vinnulívinum, segði Vilhelm M. Johannesen.
Tó ávaraði hann um, at vøksturin er tengdur at einari høvuðsvinnu, ið er búskaparliga sera skiftandi fyri.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti eisini á, at ein kanning, sum varð gjørd í 1997, vísti eina sera dapra mynd av fíggjarligu støðuni hjá vinnulívinum.
?Kanningin bygdi á tøl frá 1991-1994 og gevur tí ikki eina heilt rætta mynd av støðuni í dag.
? Men eingin ivi er kortini um, at fíggjarligi vøksturin í vinnuni er framvegis ov lítil, segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tøl fyri vinnuna vísa tó, at støðan er munandi batnað seinastu árini, helst hjá fiskiflotanum. Men sjálvt fiskavirkingin á landi, sum hevur gingið sera illa, er farin at geva yvirskot, segði Vilhelm M. Johannesen.










