Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg gjørt søguliga semju

Hetta er fyrstu ferð í eitt mannaminni, at tað eydnast at gera ein sáttmála, uttan at neyðugt er at senda boð eftir semingsmonnunum og uttan at lønin hækkar

Søgulig semja

Týsnáttin var ein søgulig løta á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Fyri fyrstu ferð, nakar veit um, hevur tað borið til at funnið semju um ein nýggjan sáttmála ímillum arbeiðsgevrar og arbeiðarafeløg, uttan at lønin hækkar og uttan at tað skuldi vera neyðugt at senda boð eftir semingsmonnunum.
Partarnir gjørdu ein tvey ára sáttmála,sum hevur verið tað vanliga seinastu árini.
Sáttmálin ber í sær, at ongin beinleiðis lønarhækking verður.
Tann hækkingin, sum verður, kemur øll upp á eftirlønina og upp á lívstryggingina hjá arbeiðarafeløgunum.
Eftir nýggja sáttmálanum, hækka eftirløn og lívstrygging í ár og so aftur tvey prosent næsta ár ella trý prosent tilsamans hesi bæði árini, sáttmálin varar.
Men av tí at ongin eftirløn verður goldin av arbeiðsmarknaðargjøldum, er lønarkostnaðurin hjá arbeiðsgevarunum tilsamans 2,4 %.
Í tíðindaskrivi í nátt, fegnast báðir partar um, at tað bar til at røkka einari semju, uttan at semingsstovnurin kom uppí.
? Støðan í samfelagnum er soleiðis vorðin, at neyðugt er at finna loysnir, so flest møgulig arbeiðspláss í framleiðsluvinnuni kunnu tryggjast.
Samstundis leggja bæði arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar dent á, at støðið, sum nú er lagt á privata arbeiðsmarknaðinum eisini er bindandi fyri partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, so at tað ikki dragnar enn longur ímillum alment og privat lønt.Samstundis er tað umráðandi, at almenni sektorurin ikki leggur fleiri byrðar á privatu vinnuna.

MYND AV ARBEIÐSFÓLKI

Fyri fyrstu ferð hava arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg samráðst og rokkið einum úrslitið uttan at senda boð eftir semingsmonnunum