Arbeiðsgevarar misbrúka ALS til at betala fyri teir

Í fleiri førum hevur tað gingið strilti at fáa arbeiðsgevarar at halda sáttmálan og ofta hevur tað verið neyðugt at seta hart ímóti hørðum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið segði Ingeborg Vinther, at tey hava havt nógvar kvalir av nógvar kvalir av arbeiðsgevarum, sum ikki vilja halda sáttmálan.

? Eitt nú kemur tað meiri enn so fyri, at arbeiðsgevarar royna at skáka sær undan sáttmálanum og at fáa ALS at betala uppsagnarløn fyri teir.

Tá ið arbeiðsfólk verða søgt upp, hava tey uppsagnarløn, eins og øll onnur og hon kann vera upp í 20 dagar, alt eftir, hvussu leingi, tey uppsøgdu fólkini hava arbeitt.

Men hesa uppsagnarlønina eru tað fleiri arbeiðsgevarar sum royna at snúgva sær undan. Ístaðin royna teir at vísa fólkinum til ALS, tá ið tey verða søgd upp

Ingeborg Vinther sigur, at tað eru ikki meiri enn nakrir heilt fáir dagar síðani, at eitt prógva afturat fekst um hetta

Talan var um eitt fiskavirki, sum hevði lagt um til høgligari arbeiðslag ella rationaliserað.

? Í tí sambandinum vórðu 17 arbeiðsfólk søgd upp, ? Men virkið sýtti fyri at gjalda uppsagnarlønina, tí tað skuldi ALS gjalda. Tvs, at fólkini skuldu beinanvegin beinast upp í ALS, hóast tey áttu uppsagnarløn fra virkinum. Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at hetta, at fleiri arbeiðsgevarar halda, at ALS skal gjalda uppsagnarløn, er ein avleiðing av tí, ið hendi á Fiskavirking í Fuglafirði.

? Føroya Arbeiðarafelag tapti eitt gerðarrættarmál í tí sambandi og tí slapp Fiskavirking undan at gjalda hesa løn. Grundgevingin var, at tey vóru søgd upp, tí trot var á rávøru og tá skuldi virkið ikki gjalda uppsagnarløn.

Ingeborg Vinther leggur stóran dent á, at fakfelagsfólk hava eitt vakið eyga við slíkum.

? ALS er ætlað til at gjalda arbeiðsloysi, ikki uppsagnarløn. Men her halda summir arbeiðsgevarar seg hava ein møguleika at skáka sær undan sáttmálanum, men tað má steðgast, sigur Ingeborg Vinther. Hon leggur afturat, at eftir at Føroya Arbeiðarafelag kom uppí málið við áðurnevnda arbeiðsgevara, er tað komið í rættlag.