Arbeiðsgevarafelagið: Verkfallið verður drúgt

?Eg vænti, at hetta verður eitt drúgt verkfall. Men tað er nógv, sum bendir á, at verkfallið byggir á eina misskijling. Tí hava vit skotið upp, at hvør parturin velur ein serfrøðing at gera nakrar útrokningar

 

Verkfall


?Støðan er rættiliga fastlæst, so vit skulu rokna við, at verkfallið verður drúgt.

Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum umboðar Arbeiðsgevarafelagið, heldur, at fólk skulu gera seg út uppá, at verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, verður drúgt.

?Partarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum og tí stúri eg fyri, at verkfallið verður drúgt, sigur Jan Mortensen.

Men tað ringasta av øllum er, at arbeiðsgevararnir halda, at tað er ein misskiljing, sum hevur ført til, at feløgini eru farin í verkfall.

?Ein høvuðsatfinning frá arbeiðarafeløgunum er, at góðtóku tey semingsuppskotið, høvdu tey fingið 2,5% minni í lønarhækking, enn limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgunum í Klaksvík, hava fingið.

Tað, sum tey sipa til, eru ymsar viðbøtur, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fingu í samráðingunum í 1999, men sum feløgini í Klaksvík og Havnar Arbeiðsmannafelag ikki fingu.

Talan er um tvær krónur eyka um tíman fyri at koyra oljubil, umframt 75 oyru eyka um tíman fyri kvøldarbeiði í sambandi við skiftivaktir.

Hesar viðbøturnar vóru ikki í semingsuppskotinum, sum varð lagt fyri Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hetta svarar til eina lønarhækking uppá 2,5%, sum ætlanin sostatt var at tey skuldu fáa minni í lønarhækking hesuferð, enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hava fingið.

Jan Mortensen vísir hesum aftur púra avgjørdur.

? Talan er ikki um 2,5%, men um 0,13%, sigur hann.

Hann sigur, at teir, sum koyra oljubil eru 22 í tali. Og tað er skjótt at rokna út, at 75 oyru eru bara góð 0,8% av tímalønini upp á 83,72 krónur.

?Tað vil siga, at arbeiða øll arbeiðsfólk í skiftivakt við fullari ársinntøku, svarar hesar eykaviðbøturnar, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fáa, til 0,13% av lønini.

Men royndirnar vísa, at tað eru bara eini fimm fiskavirki, sum brúka skiftivaktir av og á, so í veruleikanum ar talan enntá um nógv minni enn 0,13%, sigur Jan Mortensen.

Hvussu arbeiðarafeløgini koma til 2,5%, hevur hann onga sum helst peiling av.


Serfrøðingar

Hann sigur, at tískil er vaerkfallið framvegis heilt óskiljandi.

Men arbeiðsgevararnir halda, at tað hevur stóran týdning at allar misskiljingar verða ruddaðar av vegnum og at partarnir eru samdir um útrokningargrundarlagið.

Tí skutu arbeiðsgevararnir í gjár upp fyri Feløgunum í verkfalli, at tey valdu hvønn sín óhefta serfrøðing at gera hesar útrookningar fyri feløgini

? Tað er eingin meining í at partarnir eru ósamdir um útrokningargrundalagið, sigur Jan Mortensen.

Í einum skrivi til feløgini í verkfalli, boðar Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini frá, at Jógvan Amonsson, statsgóðkendur granskoðari hevur játtað umboða arbeiðsgevararnar.

Hann heldur, at tað kundi fingið glið aftur á samráðingarnar, um feløgini kundu valt tveir serfrøðingar at samst um, hvør veruleikin í málinum er.


Eisini onnur mál

Tá ið talan bara er um 0,13%, hví góðtaka tit tað so ikki bara og sleppa undan verkfallinum?

? Tað kemst av, at nógv onnur mál, sum partarnir vóru samdir um frammanundan, vildu arbeiðarafeløgini als ikki hava við í semingsuppskotið.

?Talan var eitt nú øll tímalønt skuldu fáa setanarbræv, at fólk skuldu fáa ókeyps arbeiðsklæðir, umframt avtalur um tøkni og um lærlingar, eitt nú innan fiskivinnu og aling í sambandi við yrkislæru, sum verður abritt við at gera innan hesi øki.

? Vit kunnu heldur ikki liva við, at lønirnar eru ójavnar kring um landið, tí tað órógvar kappingarførið hjá virkjnuum, sigur Jan Mortensen. Lønirnar mugu vera tær somu um alt landið, leggur hann afturat.

Hann vil heldur ikki seg út, um løgtingið eigur at leggja seg út í verkfallið.