Í kvøld klokkan 19 skipar MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, fyri pallborðsfundi í Miðlahúsinum.
Til viðgerðar verður løgtingslógin um arbeiðsfremjandi tiltøk og rúmliga arbeiðsmarknaðin.
- Ætlanin er at lýsa fyrimunir og vansar við lógini, eisini fíggjarliga fyri tann einstaka, sum verður fevndur av onkrari fyriskipan, sum lógin leggur upp til.
Tað sigur MBF.
Lagt verður aftrat, at luttakarar í panelinum verða Annika Olsen, landsstýriskvinna, Petra J. Joensen, stjóri fyri almannaverkið, Rigmor Dam, næstformaður í trivnaðarnevndini og Kristina T. Larsen, stjóri í Dugna.
Orðstýrari við pallborðsfundin í Miðlahúsinum í kvøld verður Bjørt Samuelsen.