Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn kemur nú við fráboðan, um at nú ber til at senda grunninum umsóknir um stuðul. Grunnurin hevur fyri fíggjarárið 2012 fingið játtað stuðul á løgtingsfíggjarlógini áljóðandi 100.000 krónur. Sostatt ber til hjá umsøkjarum at senda umsóknir inn til grunnin um stuðul.
Í 1980-árunum átók løgtingið sær á hvørjum ári at veita Hjálpargrunninum eina ávísa upphædd á løgtingsfíggjarlógini. Henda upphædd toppaði í 1988, og varð hon tá komin uppá 400.000 krónur um árið. Stuðulin lækkaði niður í 300.00 krónur í 1997. Hesa upphædd fekk grunnurin fram til 2010, tá Landsstýrið strikaði stuðulin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2011.
Hjálpargrunnurin royndi alt, hvat hann kundi at ávirka løgmann, landsstýrismenn, floksformenn og fíggjarnevndina um at fáa stuðulin aftur løgtingsfíggjarlógina fyri 2011, men eydnaðist hetta ikki.
- Fyri fíggjarárið 2012 er grunninum játtað kr. 100.000, sum nevndin er sera takksom fyri. Vit vóna at henda upphædd kann koma uppá sama støðið, sum grunnurin fekk í 2010, stendur at lesa í skrivinum frá grunninum.
Í 2007 vóru Hjálpargrunnurin og Kong Christian X fond samanlagdir. Hetta førdi við sær, at stovnsfæið vaks. Viðtøkurnar fyri grunnarnar vórðu samanskrivaðar, og tað førdi aftur við sær, at møguleikarnir gjørdust betri og grundarlagi breiðari at nøkta tørvin fyri teimum umsóknum um stuðul og annað, sum mátti koma til grunnin eftir samanleggingina.
Tíðin er nú komin hartil, at fólk kunnu senda umsókn inn til Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn.
Neyðugt er, at umsóknirnar koma inn í góðari tíð.