Arbeiðsfólk í óvissu

Arbeiðsfólkini á virkinum hjá Faroe Seafood í Fuglafirði vita ikki, um tey hava arbeiði - ella hvør teirra arbeiðsgevari verður framyvir Tað skrivar heimasíðan www.samtak.fo í morgun.

Aftanfyri Samtak standa Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag.

- Tá tey 70 fólkini í Vágum vórðu uppsøgd, fingu arbeiðsfólkini í Fuglafirði umvegis fjølmiðlarnar at vita, at tey vóru seld saman við virkinum í Fuglafirði.

Samtak fýlist á, at eingin formlig kunning hevur verið, og hóast roynt hevur verið at fingið greið boð frá leiðsluni í Faroe Seafood, hevur tað ikki verið gjørligt.

Arbeiðsfólk hjá Faroe Seafood í Fuglafirði bíða tí í spenningi eftir at vita, hvussu landið liggur.

- Støðan, sum arbeiðsfólkini eru í, er hin sama sum í desember 2007, tá øll duttu úr fiskavirkisskipanini hjá ALS. Tá høvdu tey verið longri enn átta vikur uttan arbeiði.

Samtak sigur, at í januar 2008 varð aftur farið til arbeiðis á virkinum í Fuglafirði, men hetta vardi ikki leingi, og arbeiðsfólkini fóru tískil aftur í fiskavirkisskipanina hjá ALS.

- Síðani hevur verið arbeitt í styttri tíðarskeiðum í vár.

Samtak leggur aftrat, at arbeiðsfólkini hjá Faroe Seafoood í Fuglafirði í løtuni ikki eru uppsøgd, og tey hava heldur ikki sagt seg sjálvi úr starvi.