Arbeiðsfólk skulu hava minst 10% í lønarhækking

? Maskinmeistararnir hava gjørt sáttmála við SEV og arbeiðarafeløginiskulu ikki hava minni enn tað, sigur Ingeborg Vinther, nú samráðingarnar við arbeiðsgevararnar eru byrjaðar

Sáttmálasamráðingar

Ein lønarhækking upp á 10 %.
Tað er minsta kravið, nú samráðingarnar ímillum Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru byrjaðar um nýggja n sáttmála.
Øll tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, umframt arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík samráðast saman hesuferð.
Fyrsti samráðingarfundurin var mánamorgunin og tá løgdu báðir partar síni krøv fram og annað hendi ikki á tí fundinum.
Ingeborg Vinther vil ikki siga so nógv um krøvini enn.
Men hon vísir á, at ein sáttmáli er longu gjørdur og at tað hevur verið gamalt, tann fyrsti sáttmálin leggur støðið fyri teir sáttmálarnir, sum koma aftaná.
Sáttmálin, hon sipar til, er tann, sum varð gjørdur herfyri ímillum maskinmeistararnar og SEV.
?Tað er ein tvey ára sáttmáli, sum gevur maskinmeistarunum eina lønarhækking upp á 10,6% tilsamans, tá ið eftirlønin er tald við, sigur Ingeborg Vinther.
Og hon sigur, at hetta verður minsta kravið frá arbeiðarafeløgunum til ein nýggja n sáttmála.
Men hon vísir samstundis á, at verkamannaløniner tann lægsta av øllum og tí er tað misvísandi at rokna lønarhækkingina út í prosentum. 10% av eini lágari løn er nógv minni lønarhækking enn 10% av eini høgari løn og tí skal lønarhækkingin hjá arbeiðarafeløgunum roknast út í krónum og ikki prosentum, sigur IngeborgVinther.
Men talan er eisini um onnur lønarkrøv, men heldur ikki tey vil IngeborgVinther siga nakað um enn.
Arbeiðarafeløgini .
Arbeiðarafeløgini hava eisini fingið mótkrøv frá arbeiðsgevarunum, men heldur ikki tey krøvini eru so nógv sagt alment um enn.
Men við Dag og Viku mánakvøldið segði Vilhelm M. Johannesen, at eitt av krøvunum hjá arbeiðsgevarunum er rúmari ræsur at leggja arbeiðstíðina til rættis.
Samstundis sigur Ingeborg Vinther, at onkur av krøvunum frá arbeiðsgevarunum fara arbeiðarafeløgini ikki at góðtaka.
Seinni verður so fundur aftur og tá byrja samráðingarnar av álvara.

Skulu ikki vænta undantøk
Tær seinastu ferðirnar, samraðingar hava verið, eru tær endaðar við verkfalli. Og tá hevur stórt trýst verðið lagt á Føroya Arbeiðarafelag um at geva undantøk frá verkfallinum til eitt og annað.
Serliga hevur verið tosað um at tað hevur verið neyðugt at geva alivinnuni undantak, tí stór, samfelagslig virði eru í vanda.
Men Føroya Arbeiðarafelag hevur víst á, at undantøk taka skorðarnar undan einum verkfalli. Og Ingeborg Vinther sigur aftur nú, at verður verkfall, eigur ongin at seta nøsina upp eftir, at arbeiðarafeløgini fara at geva alivinnuni ella øðrum vinnum, undantøk.
?Fyri at verkfallið skal vera so effektivt sum gjørligt, og sostatt so stutt sum gjørligt, er neyðugt at halda fast um, at ongi undantøk verða givin og tað haldi eg ikki, at nakar skal vænta heldur hesuferð, kemur tað so langt.
Einastu undantøkini, sum verða givin, er har lív og heilsa er í vanda.