ÁTAK
Endamálið við kanningini var at kannað eftir um hjálmar blivu brúktir, har hetta er krav sambært reglum eftir arbeiðsumhvørvislógini.
Av hesum kannaðu arbeiðsplássum blivu eini 27 mál send til Fútan, við áheitan um at reisa ákæru fyri brot á galdandi reglur.
Smbrt. kunngerð nr. 136 um reglur fyri byggipláss og líknandi arbeiðspláss, dagf. 4. sept. 1995, byrjar Arbeiðseftirlitið í mai mánaði eitt átak móti vandanum fyri arbeiðsskaða, tá arbeitt verður høgt uppi, og har vandi er tilstaðar at detta niður.
Tiltøk skulu setast í verk, tá arbeitt verður í hæddini, t.v.s. har fallið er meira enn 2 metur. Har serligur vandi er niðriundir, kann talan verða um minni fall enn 2 metrar.
Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at neyðug tiltøk eru tilstaðar at útføra arbeiðið á tryggan hátt, og tann arbeiðandi skal syrgja fyri, at trygdartiltøkini verða fylgd.
Brot á oman fyri nevndu kunngerð verða beind til Fútan, sum tekur støðu til um ákæra skal reisast. Tann ákærdi kann vænta sær bót, sum Fútin ásetur við sektaruppskoti. Verður bótin ikki goldin, endar málið í rættinum.