Arbeiðsbólkurin býtir seg í tvey

Arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað frágreiðingina um bústaðarpolitisk átøk, hevur býtt seg í tvey, tá ið talan er um at javnseta treytir hjá Bústøðum og privatum feløgum

Tað var í gjáramorgunin, at tann átta mans stóri arbeiðsbólkurin, ið umboðaði bæði tað almenna og tað privata, legði fram álit. Landsstýrið hevði sett arbeiðsbólkin, og hann hevur arbeitt síðani desember við at gera frágreiðingina.

Bústaðir býtt í tvey

Eitt av høvusðpunktunum í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum hevur verið at hugt eftir, hvussu treytirnar hjá Bústøðum og privatum feløgum kunnu verða meira javnsettar.
Í frágreiðingini skrivar arbeiðsbólkurin millum annað soleiðis:

– Vit hava hugsavnað okkum um, hvussu Bústaðir forrentar sínar íløgur samanborið við, hvussu ein privatur forrentar sínar íløgur, umframt atgongdina til kommunal grundøkir.
Víðari stendur:

– Ósemja er í arbeiðsbólkinum um hesar spurningar, og ein partur av arbeiðsbólkinum mælir beinleiðis frá at javnseta. Hin parturin av arbeiðsbólkinum hevur tvey uppskot til, hvussu treytirnar hjá Bústøðum og tí privata kunnu javnsetast, stendur í frágreiðingini.

##med2##

Fyrra uppskotið snýr seg um, at Bústaðir frameftir verður býtt sundur í ein meira avkastgevandi part og ein minni avkastgevandi part. Meira avkastgevandi parturin fevnir um verkætlanir í miðstaðaøkjunum, meðan minni avkastgevandi parturin fevnir um verkætlanir aðrastaðni í landinum, umframt vardar bústaðir. Fyri meira avkastgevandi partin verður eitt avkastkrav upp á 4-6 % galdandi, meðan avkastkravið upp á 1,925 % framvegis verður galdandi fyri minni avkastgevandi partin.

Víðkað til privat feløg

Seinna uppskotið snýr seg um, at heimildin hjá kommununum at selja Bústøðum kommunal grundøkir uttanum alment útboð verður víðkað til privat feløg, ella at Bústaðir frameftir heldur seg til at keypa kommunal grundøkir á almennum útboði, stendur í niðurstøðuni í frágreiðingini.

 
##med3##

Býlisskrá

Arbeiðsbólkurin ger eisini vart við, hvussu stóran týdning tað hevur, at býlisskráin, ið er í umbúna, skjótast gjørligt fæst at virka. Víst verður á, at tað eisini er neyðugt við einari landsfevnandi kanning av bústaðatørvinum hjá føroyingum.

Mangla semjur tvørturum samgongu og andstøðu

Arbeiðsbólkurin vísir harafturat á, at tað í løtuni eru nógvir grundleggjandi bústaðapolitiskir spurningar, har tað mangla semjur tvørturum samgongur og andstøður.
– Tað manglar ein yvirskipað politisk støðutakan á økinum. Tørvur er á at fáa yvirskipaða politiska greiðu á spurningum sum til dømis hvønn leiklut skal tað almenna gjøgnum Bústaðir hava, hvønn leiklut skal tað privata hava, hvussu stórt skal tað almenna bústaðafelagið vera, og hvør skal kommunali leikluturin vera.
Arbeiðsbólkurin mælir at enda til, at tað í næstum verður skipað fyri einum aðalorðaskifti á løgtingi um bústaðapolitikk – og um leiklutin hjá Bústøðum frameftir.