Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum er ætlað at geva eitt yvirlit yvir umhvørvis- og náttúrumál, men ikki at gera uppskot um ítøkiligar lógarbroytingar, tí ætlanin er at bíða við hesum til frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum hevur verið grundarlag undir einum orðaskifti um umhvørvismál á løgtingi komandi vár. Eftir eitt slíkt orðaskifti verður farið undir at gera ítøkiligar broytingar í umhvørvislóggávuni.
Formaður í arbeiðsbólkinum er Jákup Pauli Joensen. Hini eru Dorethe Block, umboðandi Yvirfriðingarnevndina, Jógvan Mørkøre úr Kommunufelagnum, Poul Andreas Joensen umboðandi Kommunusamskipanina og Kate Sanderson, umboð fyri landsstýrið. Skrivari er Rókur Tummasarson. Bólkurin skal verða liðugur við arbeiði sítt tíðliga næsta ár.
Undir viðgerðini av løgmansrøðuni herfyri vísti Eyðun Elttør, landsstýrismaður eisini á, at tað innan umhvørvismálini nú er skjøtil settur á eina endurskoðan av umhvørvislóggávuni, soleiðis at sleppast kann undan umskaringum millum umhvørvis- og náttúrulóggávu. Somuleiðis er ætlanin at tryggja, at umhvørvislóggávan í minsta lagi livir upp til altjóða skyldur og sáttmálar, sum løgtingið longu hevur góðtikið at galda fyri Føroyar.
Samstundis sum lunnar verða lagdir undir arbeiðið at dagføra lóggávuna á umhvørvisverndarøkinum, verður arbeitt við at menna okkara umhvørvisfyrisiting. Umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur verið ógvuliga strongd í mong ár og í veruleikanum hevur nøktandi arbeiðsorka ongantíð verið tøk til at umsita løgtingslógina um umhvørvisvernd frá 1988. Hetta hevur ført til eina støðu, har nógvar fyritøkur, sum eiga at verða umhvørvisgóðkendar onga slíka góðkennning hava og mestsum eingin orka er til eftirlit við teimum fyritøkum, sum hava fingið slíka góðkenning vísti landsstýrismaðurin á.
Skulu hava grundleggjandi vitan
Í sambandi við komandi oljuvinnu segði hann, at tað verður stórur dentur lagdur á, at hetta virksemið kann gerast á ein so tryggan og umhvørvisvinarligan hátt sum gjørligt. Dentur verður lagdur á, at oljufeløg, ið søkja um leitingarloyvi, hava grundleggjandi vitan um umhvørvið í økinum, har ætlanin er at fara undir leitiboringar og at tey geva nøktandi metingar av, hvørjar avleiðingar kolvetnisvirksemið kann hava fyri umhvørvið. Tá mett verður um umsøkjararnar verður eisini tryggjað, at boringar fara fram eftir eini vælvirkandi innaneftirlitsskipan. ? Her kann eg leggja afturat, at umboðini fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum saman við Oljumálastýrinum hava gjøgnumgingið umsóknirnar frá oljufeløgum, eru væl nøgd við umhvørvisskipanirnar, sum flestu umsøkjararnir hava. Sjálvandi verður eisini á hesum økinum neyðugt at tryggja eina munadygga umhvørvisfyrisiting, ið hevur førleikan at taka skynsamar avgerðir, skipa umhvørviseftirlitið o.s.fr. segði Eyðun Elttør m.a.