Arbeiðsóhapp: Fekk hondina í eina maskinu

Ein kvinna fekk skaða í hondina og fór á Landssjúkrahúsið

Beint efir døgverð í dag hendi eitt arbeiðsóhapp á fiskavirkinum hjá Vaðhorn á Strondum. Ein kvinna fekk hondina í eina maskinu og hon stóð føst eina løtu, áðrenn hon varð leys aftur. Sjúkrabilur kom á staðið eftir henni og flutti hana á Landssjúkrahúsið til viðgerar.

Arbeiðseftirlitið fekk boð um óhappið og fer nú at kanna umstøðurnar í eini roynd at fáa greiði á, hví tað hendi