Arbeiðið við fjølbroyttum bústøðum í Tórshavnar kommunu hevur fremstu raðfesting

Ein hin fremsta avbjóðingin hjá høvuðsstøðum kring heimin er at nøkta bústaðartørvin. Flestu høvuðsstaðir hava eina íborna atdráttarmegi og so heppin eru vit eisini í Tórshavnar kommunu. Fleiri hundrað fólk flyta til kommununa á hvørjum ári, - tí er uppgávan ovurhonds stór. Og tí er tað ein støðug – og als ikki løtt - uppgáva at fyrireika hvar og hvussu bústaðir skulu útvegast.

 

Flestu av okkum valevnum høvdu bústaðarneyðina sum eitt av fremstu málum til býráðsvalið. Og tí skilji eg sera væl, at fólk ótolnast eftir einum útspæli frá nýggja býráðsmeirilutanum. Hesar 3 mðr síðan vit tóku við, hava vit havt bústaðarmál á breddanum á flestu fundum og sjálv ótolnist eg meir enn nakar og eg vildi fegin kunnað víst á nøkur meir ítøkilig úrslit enn vit hava higartil. Men tað merkir ikki, at tað ikki verður arbeitt við tí og at tað ikki er eitt av fremstu fokus økjum hjá samgonguni. Tað tekur tíverri tíð at seta gongd á málið, men tað verður arbeitt við tí allatíðina.

 

Tað sum er ítøkiligt d.d. er hetta:

- Tað liggur fast, at okkurt um 1000 búeindir (íbúðir) verða klárar komandi tvey-trý árini í Tórshavnar kommunu, sum kommunan, Bústaðir og privat standa fyri. Hetta fer sjálvsagt at hjálpa heilt fitt.

- Á býráðsfundi 2. mars samtykti meirilutin, at selja grundstykkir í Kollafirði fyri marknaðarprís og harvið fáa gongd á sethúsabygging í Kollafirði, sum leingi hevur verið eitt ynski.

- Á býráðsfundi 2. mars samtykti samd nevnd at fara undir fyrireikandi verkætlan at byggja eldrabústaðir. 1 mió kr er sett av til kanningar, projektuppskot v.m.

- Á fíggjarnevndarfundi  22. Mars varð samtykt, at orðast skal ein bústaðarpolitikkur. Arbeiðsbólkur verður settur at greina leiklutin hjá kommununi, hvar bústaðir kunnu byggjast og hvør tørvurin verður framyvir. Tilmælið skal handast í summar.

- Meðan hesi fyrireikandi arbeiðir eru í gongd, verður arbeitt við ymsum tiltøkum á bústaðarøkinum. M.a. samráðist kommunan støðugt við Bústaðir, íleggjarar, pensjónsfeløg, byggiharrar o.o. fyri at kanna hvørjar loysnir vit kunnu finna í felag.

 

Tað er sjálvsagt, at neyðugt er at spæla á nógvar streingir í senn tá umræður loysn á bústaðar-trupulleikanum:

- Neyðugt er at planleggja og hugsa langsiktað, seta økir av til grundstykkir, til tætta íbúðarbygging, randarhús, raðhús, vardar bústaðir, lestrarbýli, eldrabústaðir osfr osfr. Kloakkviðurskifti o.a. skulu eisini megna at fylgja við og har hava vit frammanundan eitt stórt eftirsleip. So hvørt fleiri eldrabústaðir verða bygdir, so hvørt eru eisini fleiri tóm, eldri hús á marknaðinum. Á tann hátt ávirka ymisk átøk hvørt annað.

- Men tað er eisini neyðugt, at kommunan nøktar nakað av tí akutta tørvinum og fær til vega bíligar, men góðar, ódýrar leiguíbúðir, sum kunnu byggjast skjótt. Flestu føroyingar svara framvegis, at tey við tíðini ynskja síni egnu hús, men í byrjanini vilja tey búgva í leiguíbúð.

- Og so er tørvur á at finna rætta leistin fyri, hvør leikluturin hjá kommununi skal vera. Mest realistiskt er, at leikluturin hjá kommununi er at útvega lendi, vera lokomotiv, samskipari og toghaldari, og fáa tingini at henda.

 

Tað eru mangir leikir í drúgvum talvi og soleiðis er og verður okkara arbeiði eisini við at nøkta bústaðartørvin. Men lat ongan ivast í, at politiski viljin og áhaldnið er til staðar í samgonguni – og uttan iva í øllum býráðnum – til at útvega fjølbroyttari bústaðir í Tórshavnar kommunu. Men tað krevst tíverri tol, tí hvørki Rom ella Tórshavn verður bygt eftir einum degi.

 

Gunvør Balle,

Varaborgarstjóri