Dan Erik Johansen
Valevni á javnaðarlistanum
Tvøroyri er eitt av teimum plássunum í landinum, sum hevur mist eina mest fólk í kreppuárunum.
Frá 1987 til 1997 fluttu heili 347 fólk, har av størsti parturin ungfólk. Hetta hevur sett sínu djúpu sár í okra gerandisdag báði á tí vinnuliga og ikki minst á ítróttarliga økinum.
Gongdin er vend, men enn er langt eftir á mál, til at verða uml. 2200 fólk, sum tá okur vóru flest.
Og hetta at fáa fólkið aftur, síggi eg sum eina stóra uppgávu, báði hjá okum kommunalpolitikkarum og ikki minst hjá okra landspolitikkarum.
*Okur eiga at skapa arbeiðspláss, so at okra ungdómur, ið fer av plássinum at fáa sær hægri lesnað, kann koma aftur, og ikki endar í Havnini, soleiðis sum støðan er nú. Okur eiga at fylgja ungdóminum og bjóða teimum vælkomnum aftur á plássið við at vísa á teir møguleikar, ið her eru.
*Okur eiga at betra um karmarnir á núverandi arbeiðsplássum og skúlum. Soleiðis, at tað ikki verður farið aðrastaðni, tí har eru betri viðurskifti, enn okur kunnu bjóða her á staðnum,og her er skatturin ein høvuðstrupulleiki.
*Okur eiga at virka fyri, at tað verður liviligari báði hjá eldri sum yngri, við at byggja eldrabýlir til tey eldru, og tryggja grundøkir til tey yngru.
Alt hetta er treytað av, at okur sleppa av við skuldina hjá kommununi. Núsitandi býráð hevur tikið av einum tilboði, soleiðis at skuldin eftir 4 árum kemur niður á 2 álíkningar. Men tað krevur at okur er sinnað at taka 4 tung ár afturat.
Saman við menning av inntøkugrundarlagnum, við oljuvinnu o.ø., ger henda loysnin, at framtíðin er frægari at lýta at enn í seinastuni.
Men fortretin fyri einum veruligum framburði er, at okur fáa møguleikan at seta okra ætlanir í verk
Gott val.