Rúsevni
Undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans, segði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, at hann og Miðflokkurin fara at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri tingið, sum leggur upp til eina null-loysn í rúsevnismálum.
- Týðiligar ábendingar eru um, at sterkari rúsevni floyma inn yvir landið, segði løgtingsmaðurin.
Veksandi trupulleiki
Sosialurin hevur tosað við Finn Helmsdal, sum sigur, at uppskotið verður lagt fyri tingið í heyst.
- Eg fari nú at orða eitt uppskot til samtyktar, sum miðjar eftir einum felags átaki í rúsevnismálum. Vit mugu samskipa allar kreftir í samfelagnum sum kunnu viðvirka til eina null-loysn. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at løgting og landsstýri senda út eitt slíkt signal, nú mangt bendir á, at hetta er ein veksandi trupulleiki millum ung í Føroyum.
Finnur vísir á, at enn er ikki avgjørt, hvør fer at standa aftanfyri uppskotið um null-loysn í rúsevnismálum - og tað er sum so eisini líka mikið.
Undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans vóru tingmenn positivir um ætlaða uppskotið og eitt nú samgongutinglimirnir, Alfred Olsen og Jógvan við Keldu, hildu hugskotið um null-loysn vera gott.
Løgmaður positivur
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, helt hinvegin, at Finnur Helmsdal er ov seinur á sjóvarfallinum, tí í heilsuætlan landsstýrisins er ein greiður málsetningur um einar rúsevnisfríar Føroyar.
- Men eg haldi tað ikki vera rætt, at alt skal kvalast í 2015-visjónum. Vit mugu gera nakað ítøkiligt við henda veksandi trupulleika, og eg haldi, at vit sum myndugleiki eiga at melda út nú, leggur Finnur Helmsdal dent á.
Løgtingsmaðurin sigur, at hugskotið aftanfyri eina null-loysn í rúsevnismálum er sama hugskot, sum liggur aftanfyri hugtakið um null-loysnina í ferðsluni.
- Løgmaður var so mikið positivur, at hann helt, at allir formenninir í politisku flokkunum kundu staðið aftanfyri uppskotið, soleiðis at hetta ikki bara verður eitt andstøðuuppskot.
Ikki bara hasj
Men hvør er so orsøkin til, at Finnur Helmsdal heldur, at eitt slíkt átak um rúsevnir er so átroðkandi beint nú?
- Eg haldi, at greiðar ábendingar eru um, at nýtslan av sterkari rúsevnum í Føroyum er veksandi. Talan er ikki bara um hasj, men eisini um onnur sterkari evnir, sigur hann.
Umframt at hava verið barnaverndarlimur og formaður í barnaverndini í Tórshavnar kommunu, er løgtingsmaðurin eisini limur í sonevndu lokalnevndini hjá løgtinginum, sum hevur eftirlit við løgregluni í Føroyum.
- Sum limur í lokalnevndini fáa vit kunning um økir, sum vit ynskja at fáa størri kunnleika til. Vit kunnu soleiðis eisini biðja um at fáa innlit í rúsevnisstøðuna í Føroyum og um innflutning av rúsevnum. Vit fáa at vita tað, vit spyrja um, tó ikki í smálutum, sigur hann.
Finnur Helmsdal sigur seg hava ta fatan, at samstarvið millum løgreglu og tollvaldið kundi verið munandi betur skipað.- Eg havi varhugan av, at løgreglan eftir førimuni roynir at leita upp ólóglig rúsevni, og tað ger tollvaldið eftir førimuni eisini. Tó havi eg skilt, at tollvaldið ikki hevur neyðugu fíggjarligu orkuna til at gera so nógv burtur úr hesum, sum eg haldi er neyðugt, nú alt bendir á, at hetta er ein veksandi trupulleiki.
Betri samstarv
Hann sigur, at eitt er avmarkaða fíggjarliga orkan og annað er samstarv.
- Vit mugu savna allar góðar og viðkomandi kreftir í samfelagnum, sum kunnu viðvirka til, at trupulleikin við ólógligum rúsevnum ikki veksur men minkar, sigur løgtingsmaðurin sum heldur, at vantar tollvaldinum pening til eitt nú fleiri hundar, er neyðugt, at myndugleikarnir ganga ynskjunum á møti.
Finnur Helmsdal vísir á, at um einir 2-4 persónar samstarva um innflutning av ólógligum rúsevnum, og tollvaldið bara hevur tann eina hundin í arbeiði, kunnu lógbrótarar skjótt "snýta" eftirlitið.
- Vit búgva í einum lítlum landi við sjóvegis og loftvegis ferðslu, og tí eiga rímiliga góðir møguleikar at vera fyri at tálma innflutningi av sterkum rúsevnum. Øðrvísi er í londum, har koyrandi er inn og út úr landinum, leggur løgtingsmaðurin aftrat.
Nógv kann gerast
Hann er sannførdur um, at tað sjálvsagt verður trupult at koma øllum ólógligum rúsevnum í einum landi til lívs, men við góðum samstarvi millum allar partar heilt úr heimunum kring um í Føroyum og út til lóggevadi og játtandi myndugleikarnar, kann nógv gerast, sum ber á rætta borðið.
- Vit eiga at taka allar partar við í eitt slíkt átak og ein slíkan málsetning sum tað er at miðja eftir eini null-loysn á hesum øki.
Hann sigur, at staðfestast má, hvør hevur ábyrgdina av ungdóminum, og trupulleikin við ólógligum rúsevnum má greiðast og samskipast heilt upp í innlendis-og fíggjarmálaráðið, sum situr við peningaligu viðurskiftinum.
- Upplýsast skal í størri mun um vandarnar, ið standast av rúsevnum, og her eiga bæði skúlar og Blái Krossur, sum longu eru við í fyribyrgjandi arbeiði, at verða við. Arbeiði ímóti ólógligum rúsevnum má ráðfestast og samskipast á øllum økjum í samfelagnum, sigur løgtingsmaðurin, Finnur Helmsdal.