Arbeiðið handan leiktjøldini gevur úrslit

Konsertin í Vega leygarkvøldið,har føroysk tónleikanøvn fóru á pall í danska høvuðsstaðnum, prógvaði bæði tónleikadygdir og at arbeiðið við at føra tónleikin fram gevur úrslit. Konsertin í Vega var mega, sum áður framført, og tá kann ikki annað enn okkurt gott standast av. Føroysku tónleikararnir lótu góða vøru úr hondum og kunnu í hvussu er fegnast um, at teirra partur liggur ikki eftir

Tónleikur

Staðið var Vega í Keypmannahavn.Á skránni vóru føroysku tónleikanøvnini Makrel, Gestir og Eivør Pálsdóttir,saman við Bill Bourne.
Atlantic Music Event fór av bakkastokki leygarkvøldið og gjørdist ein sera positiv uppliving hjá teim mongu,sum leitaðu sær í Vega.
Politiken gav frammanundan konsertini Eivør mong rósandi orð og setti harvið konsertina á breddan og økti óivað um áhugan fyri tiltakinum.

Gott
Í lítla salinum í Vega ? sum tó helst tekur eini 500 ? 600 fólk ? savnaðust fólk og har var fullsett. Stórur partur av teimum samankomnu vóru føroyingar, men ikki øll. Danir taldust eisini í fjøldini.
Makrel vóru fyrstir á palli og beinanvegin hoyrdist, at bólkurin er vælleikandi. Bólkurin er fløgutøkur við nýggjari fløgu og vóru fleiri løg sjálvandi av hesi fløgu.
Tónleikurin er góður rockur. Bygt verður í stóran mun á guitarspæl og effektirnar hjá Rasmusi. Originaliteturin liggur í sanginum, har Ári er heldur sermerktur, men eisini harvið gevur tónleikinum egið lív og egnan stíl.
Byrjað varð stundisliga og spakuliga fyltist salurin. Ongin ivi um, at Makrel er livandi bólkur, ið bert er blivin betri. Og so avgjørt ein bólkur, sum megnaði uppgávuna at umboða føroyskan tónleik í Danmark. Sama skal annars sigast um hini nøvnini.
Stílurin er sum so ikki broyttur. Rockur, bygdur á effektfullan guitar og við sangi, sum gevur egnan samleika.
Gestir komu á pall. Somuleiðis ein bolkur, sum heldur stílin. Rockkent blues, ella øvugt. Seinur pulsur og við akkerinum fest í ljóðinum úr Gøtu. Sera væl kom bólkurin frá framførsluni og gott at hoyra bólkin aftur á palli, eftir at hann hevur ligið so mikið stillur, at ein fór at ivast í lívsdygdini.
Tí vóru hetta kækomnir Gestir og ongin hevði hug at ynskja teir burturaftur av palli. Bólkurin stóð somuleiðis royndina og var virðiligt umboð.

Eivør
Eivør var høvuðsnavn á plakatini og sostatt á konsertini. Kanska ein øvugt konsertuppliving í somáta. Vanligt er ikki at byrja við tí harðasta og so enda við vísum. Men her kendist tó, sum skuldi tað vera júst so.
Eftir steðg komu Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne á pallin. Guitarar og røddir. Og professionel framførsla.
Kanska hevur góða ummælið í Politiken sett gongd í nervarnar, men um so var, so merktist tað ikki. Í hvussu er hava orðini óivað skuld í, at fleiri av donsku andlitunum høvdu leitað sær í Vega og at tey gjørdust varug við tiltakið.
Men Eivør stóð sjálvandi royndina. Annað var ikki væntandi. Hon megnaði at lyfta alt, ið lagt var á. Fólk væntaðu nakað og tey fingu ikki minni.
Góður vísutónleikur, sum í stíli liggur millum blues og country.

Berføtt út í heim
Eftir konsertina, sum bert kann lýsast sum frálík, fekk eg orð á Bill. Hann sigur um Eivør, at gávurnar kann ein ikki ivast í og at einum persóni, sum er so lættur at samstarva við, skal ein leita leingi eftir. Eisini metir hann, at tey bæði sampakka væl tónleikaliga. At vegurin liggur opin fyri Eivør ivast hann ikki í.
Ein ungur danskur fjølmiðlamaður, sum millum mangt annað starvast fyri netsíðuna musik.dk kom eg eisini á tal við.
Stuttligt var, at hann ikki kendi nakað til føroyskan tónleik og heldur ikki til stóra navnið, Eivør.
Hann var hugtikin av góðu konsertupplivingini. Og hóast hann hevði fingið at vita, at hann kundi vænta sær nakað, ið er framúr, tá Eivør kom á pall, so gjørdist hann bilsin og hugtikin.
Atlantic Music Event verður væntandi afturvendandi tiltak. Í hvussu er vil Vega spæla við. Um Norðurlandahúsið fær stuðlarnar at spæla við framvegis, so er óivað meira at gleða seg til.
Eivør legði salin fyri síni beru bein og kann hon óivað fylgja leiðini, sum ummælarar geva henni, og gerast eitt heimsnavn. Flest øll stóðu bara púra bergtikin, meðan Eivør var á palli.
Konsertin í Vega er tekin um, at vøran er sum hon skal og at arbeiðið handan tjøldini óivað kann geva úrslit, um fleiri slík tiltøk verða í framtíðini.
Føroysku tónleikararnir lótu góða vøru úr hondum og kunnu í hvussu er fegnast um, at teirra partur liggur ikki eftir. So er bert upp til útlendskar fyriskiparar at taka av, um teimum dámar vøruna.