Arbeiðið gongur eftir ætlan

Vit miða framvegis ímóti at seta Teistan í sigling 22. oktober, men tað er nógv, sum skal koyra saman, tí talan er um eitt umfatandi arbeiði, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, skipsinspektørur hjá Strandferðsluni

Tað var eftir ovastevnuna, 13. august, at Teistin varð tikin úr sigling til stóra umvæling. Hetta merkti, at Ternan varð sett í sigling millum Skopun og Gomlurætt, meðan Silja Star og Froyur skiftivís hava røkt Nólsoyarleiðina.
- Arbeiðið er ógvuliga umfatandi. Motorarnir eru skiftir, eins og tað elektriska eisini er nýtt. Talan er um talvur, transformarar, nýtt generatorsett og nýggj stýriskipan, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Skipsinspektørurin hjá Strandfaraskipum Landsins sigur, at tíðarætlanin higartil hevur hildið.
- Skipið fór á beding sum ætlað, og er komið av aftur sum ætlað. Nú verður so farið at starta motorarnar upp í dag og í morgin, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, sum Sosialurin tosaði við í gjár.
Hann leggur dent á, at talan er um stórarbeiði, og at tað er nógv, sum skal koyra saman, og áðrenn øll tann nýggja útgerðin er startað upp ber illa til at siga, um alt koyrir sum tað skal.

Loysa trupulleikarnar
Umboð fyri verksmiðjuna, sum hevur latið motorarnar og umboð fyri teir, sum hava latið nýggju stýriskipanina komu til Føroyar í gjár, og í dag kemur so umboð fyri Volvo til landið.
- Tá so nógv nýtt skal koyrast saman er sjálvandi okkurt, sum kann kiksa. Men vit miða framvegis ímóti at seta Teistan í sigling frá morgunstundini 22. oktober, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Hann leggur tó dent á, at tað ber illa til at tryggja seg hundrað prosent.
- Tá tú hevur við skip og motorar at gera, veit tú ongantíð. Men vit rokna við, at teir trupulleikarnir, sum vóru við Teistanum, eru loystir við hesari umvælingini, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið lutfalsliga, serliga tá hugsað verður um, hvussu umfatandi arbeiðið er.
- Nú verða allar nýggjar skipanir royndarkoyrdar, og fyrr enn tað er fingið frá hondini ber ikki til at siga, um talan verður um seinkingar. Men vit vænta sum nevnt at verða lidnir til tíðina, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, skipsinbspektørur hjá Strandfaraskipum Landsins.