Arbeiðið er byrjað

Loksins er gongd komin á arbeiðið at umvæla Kommunuskúlan. 

Á almennum fundi her fyri greiddi Tórshavnar kommuna frá sínum ætlanum við skúlanum. Ein stórur partur av skúlanum skal gerast til lestraríbúðir og sum skilst er tað hetta arbeiðið, sum gongd nú er sett á.

Tað er Bústaðir, ið stendur fyri arbeiðinum, men Tórshavnar kommuna fíggjar ein part av umvælingunum.

Játtanin frá Tórshavnar kommunu, sum er 16,1 millión krónur, skal nýtast til bjálving, klædning og tak, men áðrenn farið verður undir hetta arbeiðið, má húsið soppreinsast og umvælingar gerast, so at soppurin ikki kemur aftur.

1.400 av teimu gott 4.000 fermetrunum í gamla skúlanum skulu nýtast til lestraríbúðir, sum Bústaðir letur byggja. Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, sigur, at leigukostnaðurin verður millum 3.000 og 5.000 krónur.