Tað, sum er hent í málinum, er, at løgmaður í heyst boðaði øllum landsstýrinum og starvsfólkunum frá, at hann fór at seta á stovn eitt føroyskt løgmálaráð. Síðani hevur hann broytt støðu og sagt, at hann vil ikki seta hetta formliga í verk enn.
Sum eg havi skilt tað, so eru tað partapolitisk atlit og mótstøða í fólkaflokkinum, sum hava fingið hann at broyta støðu. Slíkt kann henda upp undir val.
Men hóast hendan formliga trupulleika, so heldur arbeiðið við at stovnseta eitt føroyskt løgmálaráð fram ? og tað er í fullum forstáilsi millum løgmann og undirritaða.
Í sambandi við at Løgregla, dómsvald, persóns-, familju- og arvarættur og útlendingamál, koma á føroyskar hendur, eru bæði fólk sett við, og vit gera útbúgvingarskipanir innanhýsis til tess at umsita hesi mál á fullgóðan hátt.
Hetta eru jú tey mest týdningarmiklu málini fyri eitt føroyskt fullveldi. Í einum stati er týdningarmikið at hava eina javnvág millum lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Vit hava í Føroyum havt ávíst útinnandi og lóggevandi vald, meðan dømandi valdið hevur ligið í Danmark.
Tað er eftir mínum tykki ein høvuðsorsøkin til, at so nógv ógreið lóggáva hevur verið, at ábyrgdin hevur verið ógreið - og ov lítið hevur verið gjørt við rættartrygd og samsvar millum lóggávu, umsiting, eftirlit og avleiðingar.
Eitt tað besta dømi um avleiðingarnar av hesum, eru skipamálini, har ongin ábyrgd og avleiðing varð staðfest.
Tað føroyska løgmálaráðið fer at ganga á odda fyri at samskipa gott føroyskt lógarsmíð, fullgóða umsiting, alment innlit og rættartrygd.
Vit arbeiða í løtuni av øllum alvi í samráðingum við danir at fáa bygt upp vitan, førleika og skipanir til tað føroyska løgmálaráðið.
Tað er mín ábyrgd sum landsstýrismaður at umsita hetta á fullgóðan hátt. Tað geri eg við at skipa arbeiðið við greiðari ábyrgd og greiðum uppgávubýti ? og tí arbeiða vit í veruleikanum sum eitt føroyskt løgmálaráð í sjálvstýrisumsitingini og á lógardeildini.









