Arbeiðið at gera stadionøki á Eiði steðgað

Sýslumaðurin hevur steðgað arbeiðinum, tí kommunan hevur ikki øll neyðug loyvi til arbeiðið Herfyri fór Eiðis kommuna undir at grava út fyri stadionøki niðri í Hólmanum, men nú er arbeiðið steðgað.

Sýslumaðurin í Eysruroynni sigur við Dimmalætting, at tey fingu eina áheitan um at kanna, um kommunan hevði øll neyðug loyvi. Tað vísti seg, at kommunan hevði einki loyvi frá friðingarnevndini, og so bleiv arbeiðið steðgað. Sum skilst hevur kommunan brotið ta greinina, sum sigur, at tað er ikki loyvt at byggja nærri enn 300 metrar frá vatni.

Annfinn Kruse, varaborgarstjóri, sigur við blaðið, at byggingin er í samsvari við byggisamtyktina hjá kommununi. Hana góðtóku landsins myndugleikar, og tí helt kommunan alt vera í lagi, sigur hann. Varaborgarstjórin vónar, at arbeiðið at gera stadionøkið kann byrja skjótt.