Tað er ongin ivi um, at arbeiðið upp á gera ítróttarhøllina á Sandi, byrjar í ár. Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Tá ið eykajáttanin varð avgreidd í gjár, samtykti Løgtingið at skerja játtanina til ítróttarhøllina á Sandi úr 10 milliónum niður í tvær.
- Hetta var ein óheppin avgerð, sum kanska ikki var nóg væl umhugsað, heldur Helena Dam á Neystabø.
Men hon er sannførd um, at hetta fer ikki at forkoma verkætlanina, soleiðis sum stúrt verður fyri longur niðri á Portalinum.
- Projekteringin er komin væl áleiðis, og tá ið hon er liðug, verður farið undir at bjóða byggingina út. Eftir hetta verður besta og bíligasta tilboðið valt, og síðani verður farið til verka, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.
Hon staðestir, at tað er ringt at meta um, hvussu langt tær báðar milliónirnar, sum eru eftir fíggjarlógini, røkka.
- Men í heyst verður enn ein eykajáttanarlóg væntandi løgd fyri Løgtingið, og tá fer at bera til at útvega játtanina, sum restar í.
Hinvegin hevur tað verið eitt politiskt krav, at allar eykajáttanir skulu vera útreiðsluneutralar. Tað merkir, at tað, sum verður brúkt til eitt endamál, skal sparast onkra aðrastaðni.
Og akkurát hvar peningurin skal finnast, dugir Helena Dam á Neystabø ikki at siga beint nú.
Men í heyst fæst ein hampuliga góð mynd av um peningur ikki leypir av á ymsum játtanum, sum síðani kunnu flytast yvir til Sandshøllina.
Hon vísir á, at verklagslógin er samtykt og tí hevur landið bundið seg til at byggja høllina. Tí skal Sandshøllin við í langtíðar ? íløguraðfestingina, sum samgongan skal undir nú.