Arbeiðið at fyrireika Sandshøllina heldur fram

Helena Dam á Neystabø, Landsstýriskvinna í mentamálum
-----

Við triðju viðgerð av uppskotinum til eykajáttanarlógina fyri 2010 samtykti Løgtingið í gjár at skerja játtanina, sum varð ætlað verkætlanini at byggja ítróttarhøll á Sandoynni.
Hetta var ein óheppin og kanska ikki nóg væl umhugsað avgerð.
Men lat ongan iva vera um, at tað verður farið undir verkætlanina í hesum ári. Projekteringin av høllini er komin væl áleiðis, og tá ið hon er liðug, verður farið undir at bjóða byggingina út. Eftir hetta verður besta og bíligasta tilboðið valt, og síðani verður farið til verka. Hvussu langt játtanin, sum kortini er eftir á fíggjarlógini røkkur, er ilt at meta um beint nú.
Men í heyst verður enn ein eykajáttanarlóg væntandi løgd fyri Løgtingið, og tá ber til at útvega neyðugu írestandi játtanina til verkætlanina. Verklagslógin er samtykt eins og tann samlaði fíggjarkarmurin.
Nú er at fara til verka við góðum treysti.