Verkfallið
Herfyri gingu søgur um, at arbeiðarafeløgini í Klaksvík vóru farin at umhugsa sín stuðul til Føroya Arbeiðarafelag, nú verkfallið dregur út og setir síni spor ? ikki minst vinnuliga.
Tætt sum eggið
Hergerð Joensen, næstformaður í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at einki er í hesum søgum og sigur, at hesa heilsu kunnu vit bera teimum, sum hava hoyrt slíkar søgur.
- Feløgini her norðuri stuðla verkfallinum 100%, og hetta er ikki minst galdandi eftir semingsroyndina seint hóskvøldið. Tú kanst heilsa og siga, at vit eru ikki blotnaði, men standa tætt sum eggið saman við hinum feløgunum, sigur hon.
Hergerð vísir á, at arbeiðarafeløgini hava víst samráðingarvilja við at fara niður á 6 krónur um árið í lønarkrøvum í mun til upprunaliga uppskotið, sum var tilsamans 16,48 krónur í tvey ár.
- Eg haldi, at semingsmenninir ganga alt ov nógv eftir, hvat teir halda, at arbeiðsgevararnir kunnu góðtaka. Teirra uppgáva er at finna loysnir, og vanligt er undir slíkum samráðingum at finna millumloysnir. Arbeiðarafeløgini hava ongantíð fingið tað, tey hava biðið um, og tað vistu vit, at vit heldur ikki fóru at fáa hesaferð.
Kenna seg spottaði
Hon vísir á, at fyrra semingsuppskotið gav teimum tímaløntu eina hækking uppá tilsamans 3,20 krónur og uppskotið, sum kom á borðið seint hóskvøldið, gav 2,75 krónur um árið í tvey ár umframt eitt prosent í eftirløn.
- Eg haldi, at hetta kann kallast at halda tey tímaløntu fyri spott, sigur Hergerð.
Hon vísir á, at tað er levind og gangur, hvørja ferð tey tímaløntu, sum eru niðast á lønarstiganum, vilja hava nøkur oyru aftrat í løn.
- Jú, tá verður rópt upp um, at vinnan og samfelagið fara á húsagang. Hinvegin hoyrist lítið um slíkt, tá ið tað eru tey alment løntu, sum fáa lønarhækkingar, ið framleiðsluvinnan og harvið tann tímalønti noyðast at bera, sigur Hergerð Joensen.