Arbeiðsgevarafeløgini hava longu í nógv ár havt sín egna miðil á vevsíðuni industry.fo, sum til tíðir hevur verið nógv siteraður í tíðindabløðunum og loftmiðlunum.
Nú hava øll arbeiðarafeløgini eisini tikið stig til at fáa sín egna miðil við portalinum fakfelog.com, sum fyrstu ferð var at síggja mitt í hesum mánaðinum.
Endamálið er sambært Georg F. Hansen, næstformanni í Føroya Arbeiðarafelag, fyrst og fremst at kunna limirnar um virkið hjá arbeiðarafeløgunum, men feløgini vóna, at eisini onnur, ikki minst stóru fjølmiðlarnir, fara at brúka miðilin at kunna seg um hvat fer fram á arbeiðsmarknaðinum.
Brúk fyri mótvekt
Hóast næstformaðurin í Føroya Arbeiðarafelag ikki er nógv fyri at kalla stigið eina eftirlíkning av Arbeiðsgevarafeløgunum, so ásannar hann at industry.fo hevur skapað tørv á einari mótvekt.
- Vit sóu við seinastu sáttmálasamráðingar, at tíðindini á industry.fo bert lýstu eina síðu av málinum, og at tað bert var í góðum ljósi. Vit halda tað vera umráðandi, at fólk eisini fáa høvi at hoyra um veruleikan, soleiðis sum vit síggja hann, sigur Georg F. Hansen, sum leggur afturat, at hóast sáttmálasamráðingarnar settu skund á arbeiðið at fáa portalin kláran, er hann ætlaður til annað og meir enn at lýsa sáttmálasamráðingarnar frá arbeiðarafelaganna síðu.
Arbeiðarafeløgini løna einum fólki fyri at skriva tíðindi til portalin. Tíðindi verða ikki beinleiðis kontrollerað av arbeiðarafeløgunum, men fara tó at lýsa mál frá sjónarhorni arbeiðarafelaganna. Talan verður tó ikki um nakra propaganda, sigur Georg F. Hansen.
- Tí so tímir eingin at lesa tað, heldur hann
Sáttmálasamráðingarnar eru so smátt farnar ígongd, men enn hevur eingin av pørtunum úttalað seg alment um knútapunktini í samráðingunum, og í teimum báðum internetbornu miðlunum hjá pørtunum er enn lítið og einki at síggja um samráðingarsemjur ella ósemjur.