Arbeiðarafeløg
Fríggjakvøldið var eykaaðalfundur í arbeiðarafelagnum, Hæddini í Saltangará. Á skránni var samanlegging av arbeiðarafelagnum, Kletti við arbeiðarafelagið, Hæddina.
Í november var fundur í Kletti, har felagið einmælt samtykti at niðurleggja felagið og leggja saman við Hæddini, og á eykaaðalfundinum í Hæddini fríggjakvøldið samtykti felagið einmælt at taka limirnar í Kletti uppí sítt felag.
Klettur hevur limir í innaru bygdunum í Runavíkar kommunu, og Hæddin hevur limirnar av Glyvrum, eystur til Rytuvíkar og suður til Æðuvíkar.
Størri ábyrgd
Karla Einarsson, formaður í Hæddini, sigur, at lógirnar hjá feløgunum siga í hvørjum feløgum, arbeiðsfólk í ymisku bygdunum eiga at verða limir í.
Hon vísir á, at bæði arbeiðarafeløgini hava sín uppruna í tríatiárunum, men Klettur er nøkur fá ár eldri enn Hæddin.
- Okkara felag hevur stívliga 600 limir, meðan Klettur er eitt minni felag. Samanlagt verður limatalið nú størri, og fleiri limir og arbeiðapláss verða at taka hond um og hava eyguni eftir, nú allir limirnir verða undir einum "hatti".
Karla vísir á, at flestu arbeiðsplássini í kommununi liggja á
Glyvrum, Saltangará og Runavík, og fleiri limir hjá Kletti arbeiða í økinum hjá Hæddini.
- Nøkur arbeiðspláss eru innari á fjørðinum, men hesi eru ikki so nógv í tali.
Hon vísir á, at nú feløgini verða løgd saman, verður ábyrgdin mótvegis limunum, sum koma úr Kletti, uppaftur størri.
Ikki beinanvegin
Tað gongur helst ein tíð, áðrenn feløgini endaliga verða løgd saman, tí nøkur formell viðurskifti skulu avgreiðast fyri ta tíð.
Karla væntar ikki, at samanleggingin verður framd, fyrr enn regluligi aðalfundurin hjá Kletti hevur verið í vár, hóast bæði feløgini nú einmælt hava samtykt samanleggingina.
Arbeiðarafelagið Hæddin hevur egin høli og tvey fólk á skrivstovuni í Saltangará.
Formaður í Kletti er Tummas Jacobsen, og hevur hann saman við skrivara felagsins syrgt fyri skrivstovuhaldinum.
Karla Einarsson er eisini stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag.