Arbeiðarafeløg siga seg onki kenna til fund um útlendingamál

Trý av teimum størstu arbeiðarafeløgunum siga seg ikki kenna til, at nakar fundur hevur verið um útlendingalógina, og at málið skal vera tætt við at verða loyst

Seinastu dagarnar er ført fram í fjølmiðlunum, at fundur hevur verið við arbeiðarafeløgini um útlendingalógina, og at Heðin Zachariassen landsstýrismaður í innlendismálum aftaná sigur seg hava góðar vónir um, at málið verður loyst.

Hesa útlegging siga Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, seg onki kenna til.

- Vit frættu um hendan fundin í fjølmiðlunum og hava ongi fundarboð fingið. Tískil hava vit heldur ikki verið á fundi við Innlendismálaráðið, siga tey trý feløgini í tíðindaskrivi.

- Vit fingu lógaruppskotið til ummælis og sendu svar aftur til Innlendismálaráðið. Síðan hava hvørki vit ella umboð okkara í arbeiðsmarknaðarráðnum hoyrt nakað frá Innlendismálaráðnum, siga feløgini víðari.

Tey heita á landstýrisráðini, løgtingsnevndir og politikarar um, at tá ætlanin er at hoyra arbeiðarafeløg um ymiskt, at minnast til tey, sum umboða á leið helvtina av arbeiðsfólkunum í landinum.

- Tað er ikki meir enn rímiligt, at fráboðanir um fundir verða send til øll arbeiðarafeløgini, sigar tey trý feløgini.