Kostnaðarstøðið
? Vit vilja hava at vita um onkur annar møguleiki er, uttan áhaldandi at trýsta lønirnar uppeftir.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er fegin um fundin, sum nú hevur verið ímillum arbeiðarafløgini og Arbeiðsgevararnar um kostnaðarstøðið.
Tað er hann, sum fyri einum ári síðani legði upp til hendan fundin, sum nú hevur verið ímillum øll arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.
Í fyrstuni var hugurin fyri at hava ein slíkan fund ikki serliga stórur.
Men síðani hevur spurningurin um kostnaðarstøðið í Føroyum verið nógv frammi. Serliga hevur tað verið frammi, at kostnaðarstøðið er so høgt, at vinnan í Føroyum missur kappingarførið.
Avleiðingin er, at alt ov nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Og nú er støðan mýkt so mikið, at tað ber til hjá arbeiðsgevarum og arbeiðarafeløgu m at sessast við sama borð at tosa um kostnaðarstøðið.
Samd um at fara víðari
Hans Joensen vil ikki gera so nógvar viðmerkingar til fundin enn.
Men hann sigur, at bæði arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar eru samdir um at fara víðari við málinum.
? Ætlanin er nú at seta nøkur punkt upp, sum vit í felag skulu tosa við politiska myndugleikan um, sigur hann.
Hann sigur, at endamálið við øllum hesum arbeiðnum er at vita um tað ikki er onkur gongd leið á arbeiðsmarknaðinum enn hesar afturvendandi lønarhækkingarnar, sum eru við til at hækka kostnaðarstøðið og gera kappingarførið verri.
? Men treytin er, at verkafólkið skal hava meiri eftir í lønarposanum, tá ið skattir og avgjøld eru goldin. Tí verður neyðugt at fáa politikararnar við, sigur Hans Joensen.
Og hann sigur, at endamálið við fundinum við landsstýrið er at vita, um politiski myndugleikin er áhugaður at samvirka við arbeiðsmarknaðin um at royna at forða fyri, at kostnaðarstøðið skal hækka so nógv.
Men hann sigur, at ein treyt er eisini, at lønirnar hjá verkafólki skulu ikki dragna longur afturímóti lønunum hjá tí almenna.
? So skal privati arbeiðsmarknaðurin avmarka síni lønarkrøv, skal almenni arbeiðsmarknaðurin gera tað sama.
?Eg tvíhaldi um, at gjógvin ímillum tey alment løntu og verkafólkið skal ikki gerast størri enn hon er nú, sigur Hans Joensen.
Sjálvur heldur hann, at tað er neyðgut at fáa kostnaðarstøðið at lækka.
? Arbeiðsgevarar gremja seg dúgliga um kostnaðarstøðið. Vit haav tvinnar kostir í at velja. Antin trúgva vit teimum, ella trúgva vit teimum ikki, men halda, at hetta er bara nakað, teir siga, fyri at ræða okkum.
? Men hava teir grein í sínum máli, kann tað fáa óhugnaligar avleiðingar, bæði fyri øll verkafólk og fyri samfelagið alt.
Hann heldur eisini, at allur tann óvirkaði fiskurin, sum fer av landinum, er besta dømi um, at okkurt má gerast.
? Og tað má okkurt gerast nú, sigur hann.