Arbeiðaradagur framvegis neyðugur

Hóast vit í ár skriva 2009, tey flestu í Føroyum hava tað gott og allir arbeiðarar fríggjadagin fingu lønarhækkan, so meta arbeiðararnir, at tað framvegis er tørvur á at halda hátíðarhalda 1. mai, tí arbeiðarin í Føroyum verður ov lítið virdur

Fríggjadagin var 1. mai. Sum á hvørjum árið, varð hetta hátíðarhildið á Vaglinum í Havn, har ymiskir røðarar greiddu frá viðurskiftunum hjá arbeiðarunum. Somuleiðis váttaði Hans Joensen, at arbeiðsgevarafeløgini og arbeiðarafeløgini hava hildið fund, har tosað var um at útseta lønarhækkanina, sum allir arbeiðarar fingu fríggjadagin.

– Vit vóru á fundi við arbeiðsgevarafeløgini, har vit tosaðu um at strika lønarhækkingarnar, men hetta kundu vit sjálvandi ikki ganga við til, og tað vita arbeiðsgevarafeløgini væl, og tey plaga ikki at fara frá einum sáttmála, segði Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðararfelag, við Rás2 fríggjadagin.

Somuleiðis staðfesti hann, at tørvur altíð er á lønarhækking til tey lægstløntu.

– Lønirnar hjá okkum mugu hækka, tí prísirnir vaksa óansæð, segði Hans Joensen fríggjadagin.

Somuleiðis ber Hans Joensen banga fyri, at kreppan, øll tosa um, kann raka tey lægstløntu hart.

Hesum tekur Petur Skeel Skarðsá, arbeiðari, undir við, og tað bar hann fram í síni røðu fríggjadagin.


Kreppan rakar arbeiðaran

– Tá ið tað sansar at fíggjarliga, tí bankar, ráðgevar av ymiskum slagi og vinnulívsfólk ikki hava duga sær hógv, verður ofta fyrst lagt eftir teimum, sum eru niðast á lønarstiganum – nevniliga okkum verkafólki. Tað eru vit, sum fyrst verða koyrd til hús, tá bylgjurnar bróta, tó at tað eru vit, sum kosta arbeiðsgevarum minst.

– Onnur starvsfólk, sum sita longri uppi á lønartalvuni, hava uppi í fleiri mánaðir uppsagnartíð, og soleiðis merkja arbeiðsgevarar ikki so skjótt sparingar, tá hesi verða søgd úr starvi, sum tá ið vit fáa sekkin, segði Petur Skeel Skarðsá millum annað.

Hann legði tó afturat, at tey sjálvandi ikki gleðast um uppsagnir hjá øðrum, men hann harmast, at tað altíð eru verkafólkini, ið fyrst verða rakt.


Vantandi virðing

– Nú fólk verða søgd úr starvi kring um landið, freistast tú at spyrja, hvar virðingin fyri okkum og okkara førleikum er? Samfelda svarið, sum man liggja mongum verkafólki á munni, man vera, at hon er sum Harra Guð veit, segði Petur Skeel Skarðsá eisini.

Hetta sást á onkran hátt eisini á fólkamongdini, sum var komin saman á Vaglinum. Nakrir fáir politikarar, umboð fyri fjølmiðlar og onkur afturat. Meira var ikki, men hugsast kann, at tað hava verið nøkur, sum hava lurtað eftir haldinum í útvarpinum hjá Kringvarpinum.