Arbeiðandi verkafólki kúgandi trælir!


 

Hans Birgir Hansen



Tað er ólukksáliga órættvíst skipað innan ráðandi kreftir við hvør sínum heiti, ið stýra politisku skipan/myndugleikum/valdum í Havnini!

Tað er tá ein vísir til diktatur/facismu/hern-aðar/politistatir/einaræði/tvangsskipan/ vit hava í dag úti á arbeiðsmarknaðum kring landið!

Tað er ikki rættvíst, at arbeiðandi verkafólki skula vera kapitalistiskir trælir, ið liva eina kúgaða lívstilveru við hóttanum yvir høvdið!

Tað er ein andstygd at uppliva hvussu føroyingar fara við arbeiðandi verkafólki, ið skapa lívsgrundarlagið hjá samfelagsbúskapi!

Tað er arbeiðandi verkafólkið kring landið vit øll eiga at sýna størri solidaritet, ið skapa frameiðslu/flutningsvirksemi/samfelagsvirðir!

Tað er meira enn hvat vit kunnu siga um ráðandi kreftir/politisku skipan/myndugleikar/valdir ið fremja skipaðan ágang ímóti teimum!

Tað er betri skipað arbeiðsmarknaðar/fak-felags viðurskiftir, ein hevur gjørt vart við í túsundtals lesarabrøvum, seinastu nógvu árini.

Tað er ræðuligt at arbeiðandi fólkið skal knúgva undir ómenniskjaligum lívskorum hvat hesi ikki hava uppiborði kring landið!

Tað er tíð uppá at sleppa teimum undan framhaldandi at vera kapitalistiskir trælir ið verða kúgaði av arbeiðsgevarum v.fl.!

Tað er ikki rættvíst at aðrir borgarar í samfelagsskipanum yvirvalds/miðalstættir skulu ídag, njóta teirra samfelags ágóða!

Tað er tá vælbjargaðu/múgvandi føroyingar trakka frælsir/rættindir/privatlív undir fótin!